Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

“Grindin” verður ikki hildin til

John William Joensen

Beint fyri náturðatíð komu boð um grind sum var sædd eystur úr Skorini, men tá komið var á Vánna gjørdist greitt at talan var um serligt springaraslag sum ikki er loyvt at drepa

Tað gekk annars sera væl at reka "grindina" vestur um Borðoynes og norður gjøgnum fjørðin. Men tá komið var á Pollin vildu hvalirnir hvørki eitt ella annað.

Hóast fleiri royndir vóru gjørdar at fáa gongd á so eydnaðist tað ikki og tá umboð fyri Náttúrugripasavnið komu norður gjørdist greitt at talan var um eitt serligt springaraslag, kallað "Risso’s Dolphine".

Hetta springaraslagið er vanliga ikki um okkara leiðir og tá vit hittu Dorethe Block fyri løtu síðan, segði hon at hetta slagið var fyrstu ferð sædd við Føroyar fyri góðum mánaða síðan.

– Vit vita ikki um at hetta slagið hevur vitjað her áður og av tí at einki verður nevnt um hetta slagið í grindalógini, er ikki loyvt at drepa.

Sýslumaðurin avgjørt at lata grindina sleppa
Hans Djurhuus, sýslumaður, sigur við Norðlýsið í kvøld at "Risso’s Dolphine" er firðaður hvalur og tí er ikki loyvt at drepa.

– Vit meta at umleið 300 springarar ganga í ymiskum flokkum út fyri Gøtuvík, Fuglafirði og á Pollinum – men tað er ikki loyvt at drepa hetta slagið.

Risso’s Dolphine er størri enn springarar sum vanliga halda til her um okkara leiðir og sambart grindamonnum svumu hvalirnir sera skjótt.

Fýra hvalir løgdu beinini og teir eru í kvøld á veg suður til Náttúrugripasavnið har ymiskar kanningar verða gjørdar.

Harleywoodpaint