Nýggjur bygningur ávegis við fótbóltsvøllin í Gøtu
Í hesum døgum verður grivið út fyri einum nýggjum bygningi, ið skal standa beint við fótbóltsvøllin í Norðragøtu. Ætlanin er, at økið skal verða byggibúgvið um stutt tíð.
Arbeitt verður við fáa tekningarnar og annað í samband við byggingina uppá pláss. Hans Mourits Foldbo, bygdarráðsformaður í Gøtu, sigur, at enn er ikki endalig avgerð tikin um, hvør skal standa fyri byggingini. Men tað sum nú liggur í kortunum er, at Gøtu kommuna í samstarvið við GÍ og Gøtu Menningarfelag, fara at gera ein bygning eftir sama leisti, sum eitt nú B36 húsið, við hølum til ítróttarfólk og til áskoðarar.
Bygdaráðsformaðurin í Gøtu kommunu, sigur víðari, at sambært tekningunum, ið arbeitt verður út frá, so er ætlanin at bygningurin skal hava 5 skiftingarrúm, goymslurúm, motiónshøli umframt eitt størri rúm, sum kann hýsa umleið 140-150 fólkum. Eisini verða umleið 4-500 áskoðarpláss, sum øll verða undir taki.
Formaðurin í GÍ, Janus Rasmussen, sigur at teir hava verið til fundar við Gøtu kommunu og Gøtu Menningarfelag, um at fara í gongd við at byggja ein bygning. Partarnir eru sera positivir uppá at fáa eina skilagóða loysn uppá malið, men enn er eingin endalig avgerð tikin.
Miða verður ímóti, at fáa málið avgreitt um tveir mánaðir. Fyribils so verður økið grivið út, planerað og gjøt byggibúgvið, sigur bygdarráðsformaðurin.




