Tað er altíð umráðandi at skapa lívd, tá plantast skal, tí tað leggur botn til onnur sartari plantusløg at vaksa aftanfyri tey meira harðføru.Vit leggja okkum eftir at gróðurseta slíkt, sum er egna til føroyska veðurlagið, sigur Tróndur G. Leivsson.
Umstøðurnar hjá Gróðurstøðini betraðar
Fyri viku síðani ella so, kundi Gróðurstøðin í Hoydølum taka tvær spildurnýggjar hallir í nýtslu. Nýggju hallirnar gera arbeiðisumstøðurnar hjá okkum munandi lættari, sigur Tróndur G. Leivsson, konservator og dagligur leiðari á Gróðurstøðini.
Vit eru ikki rættuliga komnir upp á pláss við at inrætta okkum í nýggju hallunum, men tað fara vit at koma til so við og við. Hallirnar fara at lætta ómetaligt um hjá okkum, tí, nú kunnu vit arbeiða inni undir góðum umstøðum við gróðursetingini.
Hallirnar eru 864 fermetrar til støddar og hava kosta um 3,5 milj. krónur.
Tá Norðlýsið vitjaði á Gróðurstøðini, vóru vit víst runt av altíð fyrikomandi leiðaranum, Tróndi G. Leivsson.
Tróndur vísir okkum runt í tey ymisku drívhúsini, har planturnar vera settar út, eftir at tær fyrst hava verið inni til fyrsta skotið er komið og síðani settar út í drívhúsini. Her eru skipaði viðurskifti, soleiðis at planturnar standa í ymsum drívhúsum ella teltum eftir aldri.
Gróðurstøðin selur nógv ymisk sløg av plantum, trøum og runnum, tað er ein langur listi, sum vit ikki skulu koma inn á her, men í stuttum kann sigast, at vit royna at finna plantur, ið eru hóskandi til okkara veðurlag og umstøður, sigur Tróndur G. Leivsson.
Eitt nú hava vit fleiri harðfør trø, ið væl kunnu taka ímóti stormunum og sjórokinum í Føroyum, og serstakliga runnar. Hesir eru sera góðir at byrja hjá teimum, ið hava hug at gróðurseta kring hús síni, tí runnar, ið tola hart veður og kanska sjórok eru góðir at skapa lívd.
Tað er altíð umráðandi at skapa lívd, tá plantast skal, tí tað leggur botn til onnur sartari plantusløg at vaksa aftanfyri tey meira harðføru.
Eisini hevur áhugi verið fyri plantum sum eru grønar alt árið, tað spyrja fólk nógv eftir, og tað leggja vit okkum eisini eftir at gróðurseta og selja her.
Vit eru farin at brúka nógv plantusløg av sunnaru hálvkúlu, úr New Zeaslandi og aðrastaðni sunnanfyri og tey sýnast at trívast væl
Í føroyum eru fólk farin at búleikast longri uppi eftir fjallasíðunum seinnu árini, kanska serliga her í Havn og har norðuri hjá tykkum, og tað er eisini ein avbjóðing hjá okkum, at hava plantuvøkstur, ið kann klára tað, tí sum tit vita, so er hitin ikki hin sami uppi í líðunum, sum niðri við sjóvarmálan.
Tróndur G. Leivsson hevur eisini Skógrøktina undir sær, og av henni selur Gróðurstøðin eitt nú stroyggj at leggja útyvir moldina fyri ókrút, hesar spønirnar eru eisini góðar at saksa niður í moldina fyri at gera hana meira lætta. Eisini hava vit selt nøkur jólatrø tá tann tíðin er og eisini koma fólk javnan her, tá tey skulu brúka greinar til pynt, eitt nú til ærisportur og annað.
Fólk eru altíð vælkomin at venda sær til Gróðurstøðina um tey ætla sær at gróðurseta , tí vit leggja okkum eftir at finna plantur, ið passa júst til tað føroyska jørðin hevur brúk fyri, og harafturat vegleiða vit eisini í ávísan mun, sigur Tróndur G. Leivsson, leiðari á Gróðurstøðini í Hoydølum at enda.




