Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grøna lokomotivið Landnyrðingsføroyar

Jóhann Lützen

Øll londini, Føroyar sammeta seg við, hava kommunala og/ella regionala útjavning. Í Føroyum er ein tílík skipan nýliga komin í gildi á eldraøkinum, har landsmyndugleikarnir býta fígging út á økini, men annars hava vit onga kommunala útjavning í Føroyum, og økini mugu stórt sæð klára seg sjálvi. Í staðin kunnu vit “yvirtaka” inn- og útflutning

Øll londini, Føroyar sammeta seg við, hava kommunala og/ella regionala útjavning. Í Føroyum er ein tílík skipan nýliga komin í gildi á eldraøkinum, har landsmyndugleikarnir býta fígging út á økini, men annars hava vit onga kommunala útjavning í Føroyum, og økini mugu stórt sæð klára seg sjálvi. Í staðin kunnu vit “yvirtaka” inn- og útflutning

Til ber at siga, at gamla valskipanin við valdømum var ein politisk útjavningarskipan. Øll sjey økini fingu so og so nógv tingfólk, býtt á leið eftir fólkatali, inntil tilsamans 27 vóru vald. Síðani vóru 5 eykavald umboð, ið vórðu býtt í lutfalli við atkvøðutalið í ymisku økjunum, og soleiðis varð tingið mannað fram til 2007.

Blokkstuðulin úr Danmark, sum eigur at verða avtikin, er somuleiðis ein útjavningarskipan. Ætlanin við ríkisveitingini var at javnseta partarnar í ríkisfelagsskapinum betri. Trupulleikin her er, at flest øll økini, sum framvegis ikki eru yvirtikin, liggja í miðstaðarøkinum, og størsti parturin av ríkisveitingini endar soleiðis í Havn. Hóast ætlanin upprunaliga var at útjavna, so verður ríkisveitingin ikki útjavnað víðari úr Havnini.

Á fiskivinnupolitiska økinum varð í mars gjørd ein sokallað “Suðuroyarsemja”, ið onkur vil vera við hevur kostað virðir fyri 571 milliónir. Her verður sipað til tær sonevndu økiskvoturnar. Onkur kundi nevnt tær rossahandlar, men at økini royna at sætta sær og sínum er onki forgjørt í, serliga tá vit ikki hava nakra veruliga útjavningarskipan.

Í miðstaðarøkinum er ein stór havn, Tórshavnar Havn, ið ætlanin er at útbyggja fyri minst eina hálva milliard. At hetta verður gjørt nú, er uttan iva tí man væntar kapping frá tí vinnuliga sterka Skálafjørðinum, tá Skálafjarðartunnilin verður tikin í nýtslu. Hesar havnir hava stóran fíggjarligan týdning, tá tað kemur til innflutning, útflutning, vørugjøld og flutningsgjøld.

Ongin ivi er um, at við risaverkætlanini í Tórshavn er ætlanin at fáa uppaftur fleiri gjøld í kassan hjá Havnini. Hetta hóast at minsti parturin av útflutninginum hevur sín uppruna har, og mesti parturin av útflutninginum í Føroyum kemur úr Landnyrðingsføroyum, t.e. Norðoyggjum og Eysturoy.

Borgarstjórin í Runavíkar Kommunu hevur longu verið úti og boðað frá, at stendur tað til teirra kommunu, so avskipar Bakkafrost sínar vørur úr Runavíkar Havn. Ongin ivi er um, at lokal avskiping er tann grønasta loysnin, og somuleiðis tann ferðslutryggasta loysnin. Samstundis er tað ein skilagóð loysn fyri lokalbúskapin, at fyritøkurnar í økinum brúka havnirnar í økinum til sín útflutning.

Tí leitað øll eygu til mentanardagarnar í Fuglafirði um mánaðarskifti, har teir fýra borgarstjórarnir í hesum sterka vinnulívsøkinum fara at umrøða felags stev, mentan og samleika. Landnyrðingsføroyar eru við fleiri altjóða fyritøkum í heimsflokki, helst tað sterkasta vinnuliga økið í landinum, og bjóðar samstundis uppá eitt vælvirkandi sjúkrahús, tveir vælvirkandi miðnámsskúladeplar, fólkaskúlasamstarv og eitt eldraøki í menning.

Vinnulívið og kommunurnar í Landnyrðingsføroyum eiga nú at taka lógvatak og bera so í bandi, at tað verður gjørligt at útflyta vørur beinleiðis úr Eysturoynni og Norðoyggjum til útlond, uttan at vøran má til Havnar fyrst. Á hendan hátt vinna vit á fleiri frontum: Vit styrkja lokalbúskapin við fleiri vørugjøldum og havnargjøldum. Vit sláa eitt slag fyri ferðslutrygdini, tí at munandi færri trailarar við vøru verða sendir til Havnar og aftur. Vit dálka minni av tí sama. Og vit fáa eitt slag av útjavningarskipan uttan at tað kostar Landskassanum nakað.