Fleiri KÍ-viðhaldsfólk hava longu fingið nokk av grønu KÍ-eykablusuni.
Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins hevur KÍ eina grøna eykablusu. Og nú í summar hevur brúk verið fyri henni. Men tað er synd at siga, at byrjanin hevur verið góð. KÍ hevur bara tapt ein landskappingardyst og ein altjóða dyst í ár og bæði tapini hava tað til felags, at tá spældi KÍ í grønum. Tað hevur fingið fleiri KÍ-viðhaldsfólk í sosialu miðlunum til at vóna, at KÍ ikki skal spælir í grønum aftur.
Í Italia eru grønar blusur bannaðar at spæla í. Hendan reglugerðin kom undan kappingarárinum í dag. Orsøkin er, at blusurnar kunnu líkjast ov nógv grøna vøllinum. Tað eru sjónvarpsmiðlar, sum hava vilja fingið hesa broytingina.



