Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Grønhøvdi ruddaður

Jóhann Lützen

Vit tóku hesa myndina í morgun

Í longri tíð hevur økið verið sera ófantaligt við nógvum bingjum og burturkasti, og hava fleiri gjørt var við hetta. Nú sær út til at broyting er komin í.

Økið er vorði ruddiligt og reint, og tað sær út til at tað bert er spurningur um tíð, til økið er heilt liðugt.

Tað er Kjartan Hansen, Mekanor, ið hevur staðið fyri ruddingini, meðan tað er Kanjon, ið hevur staðið fyri at gera planeringna, hava vit fingið upplýst frá kommununi.

Æltanin er, at økið skal brúkast til ruskmóttøku og møguliga eisini til vinnuligt burturkast.