Eftir at Óli Steinberg og mong onnur eru afturkomin av trúboðanarferð í Grønlandi í summar, fer Óli at greiða frá og vísa myndir frá ferðini við Juvel II á eldrasamkomuni í Betesda fríggjadagin kl. 15.
Umframt fyrilesturin og at vístar verða myndir frá ferðini í Grønlandi, verður høvið at hoyra sang, eisini verður felagssongur.
Sum vanligt verður eisini prátað um nógv ymiskt saman við einum kaffi munni. Her verður høvið at hittast.
Øll eru hjartaliga vælkomin.




