sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, tí verandi valskipan skapar eitt demokratiskt undirskot, og smærri økini kenna seg ikki at koma til orðanna
Í løtuni arbeiðir Grønlendska landstingið við einum kommunureformi har umleið ein fjóðringur av fíggjarlógini hjá landstinginum verður lagd út til kommunurnar at umsita.
Landstingið hevur samtykt at í Grønlandi skullu bert vera fýra kommunur frá 1. januar 2009 og í løtuni verður arbeitt við at leggja ábyrgdarøkið út til kommunurnar fyri at gera tær til stórar og sterkar eindir.
Grønlendski "Løgmaðurin" um valskipaninna
– Tá hetta arbeiði er liðugt fer Grønlendska landstingið at taka valskipanina upp til viðgerðar av nýggjum, sigur Hans Enoksen, landsstýrisformaður.
– Eg má undirstrikað at eg ikki vil leggja meg út í føroyska kjakið um eitt ella fleiri valdømir – men eg kann siga at í Grønlandi ætlað vit ikki at halda fast um verandi skipan.
– Hon ger nevniliga tað, at smærru økini kenna seg "forbigået" og longu nú verður diskotera í landstinginum um at geva smærru økunum umboðan á ting.
– Tað er ein trupuleiki, at síðan Grønland bleiv eitt valdømi eru 19 av 31 tinglimum valdir í Nuuk.
– Vit hava tó valt at bíðja til landstingið er liðugt við at viðgera kommunala reformin – men so skjótt, sum hann er farin at virka fara vit at taka valskipanina upp til nýggja viðgerð, sigur grønlendski landsstýrisformaðurin, Hans Enoksen, í stuttari viðmering.




