Grønlendska reiðaríið Royal Arktis Line (RAL) hevur gjørt sáttmála við kinesiska skipasmiðju um at byggja eitt 2.150 TEU stórt bingjuskip (TEU stendur fyri 20 fót bingjur). Skipið er sama slag sum tvey skip, ið Eimskip frammanundan hevur gjørt sáttmála um við somu skipasmiðju.
Grønlendska reiðaríið RoyalArktis Line (RAL) hevur gjørt sáttmála við kinesiska skipasmiðju um at byggja eitt2.150 TEU stórt bingjuskip (TEU stendur fyri 20 fót bingjur). Skipið er samaslag sum tvey skip, ið Eimskip frammanundan hevur gjørt sáttmála um við somuskipasmiðju.
Sáttmálaprísurin fyri skipini erumleið 32 mió. dollarar fyri hvørt, og tey skulu latast eigarunum í 2019.
Tey trý skipini fáa ísklassa ogverða sniðgjørd í samsvari við Polarkotuna. Tey verða 180 metrar long, 31metrar breið og fáa ein Tier III-motor, ið er sergjørdur til lægri NOx-útlát.Skipini fáa eisini eina innbygda scrubbara skipan, ið minkar um SOx-útlátið.
Eimskip og RAL skrivaðu herfyriundir eina samstarvsavtalu, sum skal góðkennast av kappingarmyndugleikunum.
“Samstarvsavtalan er eitttýðandi stig ímóti at binda Grønland saman við alheims marknaðin. Hetta skaparmøguleikar fyri útflutningskundum okkara og ger, at vørur kunnu verða góðskaðarupp aftur meira í Grønlandi, áðrenn tær verða sendar beinleiðis til keypararkring knøttin á ein meiri effektivan hátt. Kundar kunnu eisini velja flutningbeinleiðis úr nýggju marknaðarumráðunum, ístaðin fyri bert at fara umvegisDanmark,” sigur Verner Hammeken, stjóri í Royal Arctic Line.
“Vit fegnast um sáttmálarnar umnýbygningarnar. Hetta er eitt týðandi stig ímóti at endurnýggja og menna flotanhjá Eimskip. Útbyggingarnar av havnunum í Nuuk, Reykjavík og Tórshavn gera, atstørri skip nú kunnu røkja rutur okkara. Vit vænta, at samstarvið fer at økja umvirksemið millum arktisku tjóðirnar, serliga Ísland og Grønland, har virksemiðhevur verið avmarkað, orsakað av vantandi tíddleika og beinleiðis tænastu,”sigur Gylfi Sigfússon, stjóri í Eimskip.




