Í gjár greiddi eg frá gongutúri eysturi á fjøllum her á síðuni. Grótgarðurin á Heldarskarði var partur av frásøgnini. Ídag havi eg fingið kærkomnan teldupost frá fróðarmanni, ið kann siga meira um søguna um Grótgarðin á Heldarskarði:
Halló Oliver,
Allir fjallmenn í oyra- og gerðahaga hava kunnleika um handa garðin, eisini teir, sum gingu eftir fjallinum til og frá Skúvadali. Sjálvur gekk eg á fjall á Oyri nøkur ár seinnapartin í 70-árunum, var tí stundum á Heldarskarði – og eitt sindur longur eystri – vit bíðaðu stundum har eftir øðrum monnum. Tá fekk eg hesa frágreiðingina um garðin frá einum eldri fjallmanni, helst øðrum teirra Karl ella Christian Høgnesen: Sterki Jákup fekk Barm frábýttan Gerðahaga (eg haldi, tað var onkuntíð í 30-árunum, kanska sindur seinni). Fann hann tá uppá at fara undir at laða handa garðin, beint har sum hagin hjá (tá) Meinhard og Oyrahagi møttust, sjálvandi vælvitandi, at hetta var ikki løtuverk, men við teirri ætlan einaferð at fáa Barm innigyrdan, helst eisini við stiki – hegni – her og har. Hann segði so fjallmonnum sínum, at tá teir komu framvið har og høvdu stundir, so skuldu teir laða nakrar steinar aftrat. Hans Jakki var fjallmaður hjá Jógvan Gerðalíð, í hvussu er í 50-árunum (tá hann annars starvaðist í fjósinum hjá JFK), hann bjóðaði ofta okkum dreingjum at koma við á fjall. Eg var tó ongantíð við, men Ólavur var, so tað kann passa, at hann hevur laða part av garðinum. Men laðingin bleiv ikki til meira, Sterki Jákup viknaði, doyði 1954. Men hjá mær var hugnaligt og hugaligt at standa eina løtu har í góðum heystveðri og práta – og hoyra søgur frá teim eldru, og stutligt nú at síggja, at garðurin partvís stendur uppi enn. Eg haldi, at nú (eftir útskiftingina av Oyrahaga 1974) møtast 4 hagar júst har: Hellisdalur og Barmur eystanfyri, og Ognarhagin og Líðarhagin á Oyri vestanfyri. Hetta var eitt lítið “klípið” til (annars áhugaverdu) frásøgn tína um garðin og túrin.




