Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grótkasti á Syðradali fari í havið

John William Joensen

Ódnarveðrið um vikuskifti bleiv eitt bakkast fyri ferjuleguna á Syrðadali, tá umleið 80 metrar av grótikastinum fór í havið.

John Petersen, stjóri fyri JK & Petersen, sigur við Norðlýsið at um 5 tíðina sunnumorgunin varð veðrið so vánaligt at fyrstu partar av verjugarðinum byrjaðu at fara.
”Í morgun (týsmorgunin) er veðrið so mikið gott at vit aftur eru byrjaðir upp á arbeiði.
Vit kunnu nú staðfesta at einir 80 metrar av verjugarðinum er burtur.
Vit vóru ikki lidnir at leggja tað stóra grótið, og tá ein arbeiður við slíkum ætlanum er ein altíð sábarur fyri veðrinum meðan arbeiði er í gongd.”
 
Halda tíðarætlanina
John Petersen sigur, at arbeiði er tryggjað og skuldi tað tí ikki havt stórar fíggjarligar fyrlgir fyri verkætlanina.
”Vit verða noyddir at seta meiri ferð fyri at halda tíðarætlanina, sum sigur at ferjulegan skal verða liðug til jólar næsta ár.
Arbeiði er sjálvandi tryggjað og tí skuldi óhappið ikki dýrka verkætlanina.”
 
Ferjulegan kemur at halda
John Petersen sigur at umframt grótkasti so mistu teir ein lítlan bát í ódnarveðrinum.
”Tað er nú einaferð soleiðis at tá ein ger slík arbeiði er ein altíð sárbarur fyri veðrinum. Men tá verjugarðurin stendur liðugur, og vit hava lagt alt tað stóra gróti út, er eingin vandi fyri at verjugarðurin fer at halda.”
 
Verkætlanin
Sambart verkætlanini skal verjugarðurin skal verða 170 metrar langur tá hann stendur liðugur og seinasta fríggjadag vóru teir komnir út á 130 metrar.
Av hesum vóru  umleið 80 metrar úti í sjónum á einum dýpi sum er úr trimum metrum niður á 16 metrar. Alt grótið til verkætlanina kemur úr Kalsoynni.
Tað arbeiða 9 mans hjá JK & Petersen og 4 lastbilaførarar.