Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grótt datt undan loftinum í Norðskálatunlinum

Landsverk

NORÐSKÁLATUNNILIN: Í morgun um hálvgum otta tíðina datt nakað av smágróti undan loftinum í Norðskálatunlinum.

NORÐSKÁLATUNNILIN: Í morgun um hálvgum otta tíðina datt nakað av smágróti undan loftinum í Norðskálatunlinum.

Løgreglan í Havn fekk boð klokkan 07.25, at grót var komið út á vegbanan, og tí varð gjørt av at stongja tunnilin.

Landsverk sendi fólk á staðið beinanvegin at rudda og kanna staðið, har grót datt niður, og minni enn ein hálvan tíma seinni varð í lagi at lata tunnilin uppaftur. Meðan tunnilin var stongdur, var ferðslan send um Eiðisskarð, sum er tilbúgvingarvegur, tá Norðskálatunnilin er stongdur.

Í kvøld kl. 22.00 verður farið inn aftur í tunnilin at kanna staðið nærri, har grótið loysnaði, og neyðugar ábøtur verða tá gjørdar. Í hesum sambandi verður tunnilin stongdur millum kl. 22.00-06.00. Tó sleppur ferðslan ígjøgnum tunnilin kl. 24, 02 og 04.

Harleywoodpaint