Javnaðarflokkurin á Fólkatingi er eitt virkið og virðiligt umboð fyri Føroyar og virkar fyri at gagna føroyskum einstaklingum, føroyskum vinnulívi , føroyskari mentan og føroyska samfelagnum sum heild allastaðni, har fólkatingssessurin gevur atgongd.
Visón
Javnaðarflokkurin á Fólkatingi er eitt virkið og virðiligt umboð fyri Føroyar og virkar fyri at gagna føroyskum einstaklingum, føroyskum vinnulívi , føroyskari mentan og føroyska samfelagnum sum heild allastaðni, har fólkatingssessurin gevur atgongd. Harumframt knýtir hann føroyskar útisetar tættari at føroyska samfelagnum.
Missión
Til tess at fremja visiónina samstarvar Javnaðarflokkurin á Fólkatingi við føroyskar og danskar myndugleikar og við allar aðrar viðkomandi partar, bæði í Føroyum, Danmark og aðrastaðni. Millum føroyskar útisetar, danir og onnur fyriskipar og luttekur flokkurin í tiltøkum, sum kunnu kveikja áhugan fyri føroyska samfelagnum.
Virði
Politisku virði Javnaðarfloksins eru tey somu á Fólkatingi sum í Føroyum, og allar yvirskipaðar avgerðir verða tiknar í samráð við leiðslu floksins. Men tað er føroyska samfelagið sum heild, ið vit umboðað á Fólkatingi – ikki bara Javnaðarflokkin. Tí mótarbeiða vit ikki politiska meirilutanum í Føroyum. Javnaðarflokkurin skal ikki draga innlendis føroyskar ósemjur niður á Fólkating.
Til tess at fáa sum mest burturúr teimum møguleikum, sum fólkatingssessurin gevur, loyvir Javnaðarflokkurin ikki tí persóni, sum situr á Fólkatingi, samstundis at sita á Løgtingi. Verður sami persónur valdur í bæði tingini, tekur næstvaldi sætið á fólkatingi, tá fyrstvaldi er á Løgtingi.
Starvsfólk Javnaðarfloksins á Fólkatingi verða einans sett sambært fakligum førleikum. Teirra uppgáva er at hjálpa við tí politiska arbeiðinum, at gera kanningar sum viðvíkja føroyska samfelagnum og at skipa fyri tiltøkum. Dentur verður lagdur á, at starvsfólkini arbeiða sjálvstøðugt, og at tey eisini sjálv kunnu skjóta upp, hvørji átøk skulu fremjast.




