Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grunningur aftur til Klaksvíkar

Oliver Joensen

Brøðurnir Guttorm og Per Simonsen, sum frammanundan eru eigarar av Polarstjørnuni og Helenu, hava keypt Grunning av Strondum.

Guttorm Simonsen, skipari sigur, at teir hava keypt Grunning fyri at fáa hendur á fiskidøgunum. Vit rokna við, at tað sum kann brúkast úr skipinum verður tikið úr og síðani verður Grunningur upphøgdur.
Grunningur er bygdur í Holbæk í Danmark í 1946 og er gjørdur úr eik. Kjølbro átti Grunning í eitt langt áramál og hevur skipið eina langa søgu í Klaksvík.