Í sambandi við, at stýrið fyri grunninum Mentanarhúsið í Klaksvík helt ársfund í býráðshúsinum í Klaksvík leygardagin 29. mars, varð avgjørt at bjóða býráðslimum og avvarandi feløgum við til fundin.
Í sambandi við, at stýrið fyri grunninum Mentanarhúsið í Klaksvík helt ársfund í býráðshúsinum í Klaksvík leygardagin 29. mars, varð avgjørt at bjóða býráðslimum og avvarandi feløgum við til fundin.
Í stýrinum sita Signhild V. Johannesen, forkvinna og Gunvá við Keldu vegna býráðið”Z, Helga Hilmars Gerðalíð vegna Tónlistaskúlan, Rudolf Joensen vegna Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Archibald Black vegna Norðoya Listafelag og Sif Gunnarsdóttir vegna Norðurlandahúsið.
Grunnurin, sum sá dagsins ljós 2011, yvirtók Posthúsið á samkomu 8. okt. 2013 fyri kr. 5 mill og skal reka tað sum mentanarhús, ið hýsir nevndu feløgum.
Ætlanin hjá býráðnum er, at býráðið leigar seg inn við býráðshøll og móttøkurúmum. Klaksvíkar Sjónleikarafelag við palli, goymslu, venjingarumstøðum og leikhøll. Eisini skal Klaksvíkar Tónlistaskúli húsast her við frálæru síni og listaverkini hjá Norðoya Listafelag skulu hava goymslustað í kjallaranum, eins og eitt framsýningarhøli skal vera í miðhæddini til skiftandi framsýningar.
Til fundin varð eisini Niels Halm, sum hevur verið stjóri í Norðurlandahúsinum frá 1. feb. 2005 til 1. feb. 2013, boðin. Hann er settur í starv í Nakskov við heitinum bychef, har kommunan, vinnan og ferðavinnan løna honum við hvør sínum triðingi.
Ein av uppgávunum hjá Niels Halm er at skipa eitt gamalt bókasavn um til eitt mentanar- og íverksetanarhús, har so nógvir ymiskir brúkarar skulu hýsast, sum gjørligt. So sigast kann, uppgávan líkist nakað henni á Posthúsinum.
Niels aftur á slóðina
Niels Halm, sum hevur nógvar kenningar í Norðoyggjum var fegin um møguleikan at koma henda vegin ein túr og umframt at geva av hollu vitan síni, eisini fáa eitt prát um góðu gomlu dagarnar her á klettunum.
Hann vitjaði á Grønabóli, har Archibald greiddi frá mongu listaverkunum, sum enn koma undan kavi – Onkur yviraskilsi bíða eigarunum av andlitsmyndunum, hann hevur nýtt sum motiv, uttan at siga frá, greiddi Archibald frá við einum smíli.
Eisini vildi Niels sleppa at síggja ístandsettu altartalvuna í Christianskirkjuni og annars heilsa uppá vinir og kenningar.
Á ferðini avstað aftur varð lagt at landi í Norðurlandahúsinum, har hann sá myndaframsýningina við myndum av Edward Fuglø úr bókum hansara.
Niels helt tað var undarligt at vera aftur í hesum frálíka og væla húsi, Norðurlandahúsinum. Men sum hann kundi síggja í longu skránni og sum hann hevði hoyrt, hevði húsið tað gott við nýggja stjórnum, Sif Gunnarsdóttir – og tað gleddi eisini Niels.
Niels Halm, sum fór avstað aftur sunnudagin, fara vit ivaleyst at frætta meira frá í sambandi við um- og afturatbyggingina av Posthúsinum í næstum.
Eitt tað fyrsta, sum nú stendur á breddanum, er, at evna eina byggiskrá til, sum lýsir hølis- og hentleikatørvin hjá býráðnum og feløgum, Klaksvíkar Sjónleikarafelag, Norðoya Listafelag, Klaksvíkar Tónlistaskúla, sum skulu húsast á Posthúsinum í framtíðini.
Tað er Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevnd Klaksvíkar býráðs, sum er forkvinnu í grunninum Mentanarhúsið í Klaksvík, ið nú hevur hildið sín fyrsta ársfund.




