Útvið túsund fólk hava sæð 100 ára kabarettina hjá Klaksvíkar Sjónleikarafelag. Vegna góðu undirtøkuna, verður ein eykasýning Sunnudagin kl. 15:00
Rudolf Joensen er sera glaður fyri at pallsetingin av serligu 100 ára kabarettini er so væl eydnað og móttikin.
– Vit hava tikið nýggja ljósútgerð í brúk, sum er latin av Klaksvíkar kommunu, og ein íslendskur ljósmaður hevur sett ljósið við kønari hond. Fólk eru í hopla og grýtan boblar. Vit fáa sera jaligar afturmeldingar frá fólki. sum hava sæð kabarettina, sigur Rudol Joensen.
Seinasta 100 ára skeiði verður sett á skák og nomið verður m.a. við Læknastríðið og ikki minst, tá ið SvF byrjaði at senda og tók allar klaksvíkingar "við storm".
Petur Simonsen brillierar sum John Reid Bjartalíð, Hallur Joensen syngur kenda Cowboysangin hjá Doffa og Magni Husgaard hevur vælspælandi tónleikarar, sum gott krydd til kabarettina.
– Tað hevur verið gravgangur eftir atgongumerkjum, men av tí at vit læna nýggju brandstøðina á Stongunum, so er avmarkað, hvussu ofta vit kunnu framføra. Hon tekur 250 fólk. Flestu sýningarnar vórðu útseldar, og tí hava vit valt at hava eina eykasýning Sunnudagin kl. 15.00, sigur Rudolf at enda.
Atgongumerkini fáast í forsølu í Shellstøðini.




