Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Grýtutanki: Tað er komið upp á kók

Dánial Viðoy

Tað prutlar undir samfelagslokið. Várið er so smátt í hondum, heitari og ljósari tíðir eru fyri framman. Samfelagsljósið er ljósari enn áður.

Tað prutlar undir samfelagslokið. Várið er so smátt í hondum, heitari og ljósari tíðir eru fyri framman. Samfelagsljósið er ljósari enn áður.

Hugleiðing: Fýra ár ganga skjótt, nógv hendir í fýra ár, nógv kann broytast í fýra ár og fjórða hvørt ár broytist samfelagslagið, so ella so. Í Føroyum er nógv broytt tað seinasta skeiðið, nógv er framt. Tó eru fólk ójavn á málið, hvørt tað er broytt til tað betra ella verra. – Tað lata vit liggja.

Men tað bjarta ljósið í Føroyska samfelagnum er einki at taka feil av. Tað gongur betri. Tað eru uppgangstíðir í Føroyum. Menn og kvinnur tora at leggja fyri, tora betri enn fyri fýra árum síðani.

Fiskiskapurin í Føroyum er vorðin betri. Línuflotin fótar sær eitt sindur aftur, og hevur eisini fingið sterkari bein at standa á yviri á Flemish Kap. – Pelagiski flotin fiskar sum ongantíð fyrr. Ikki einans skip verða bygt, eisini virkir á landi. Nógv er at takast við, fleiri arbeiði at fáa í fiskivinnuni. – Men tann nógvi makrelurin elvir til høvuðbrýggj hjá øllum, tí øll vilja hava hann.

Men tað er ikki bert arbeiði til tey, ið fáast við fiskivinnu. Nógv byggivirksemi er í okkara lítla landið. Ein ovurstór íløga í ungdómin koyrir við fullari ferð í Havn og tunnil norður til Viðareiðis. Og gongst sum ætlað, verður Eysturoyartunnilin eisini veruleiki um ikki so leingi. Úr at gera. – Bara fyri at taka okkurt úr rúgvuni.

”Luksus-avbjóðingar” hava eisini stungið seg upp. Norðoyatunnilin og Vágatunnilin eru hálvavegna útgoldnir. Hvat skulu vit nú brúka pengar upp á?

Ferðavinnan blomstrar. Ongantíð áður hevur áhugin verið so stórur fyri Føroyum sum júst nú. Nógvar eldsálir eru við til at ”branda” Føroyar. Ikki slepst uttanum, at nevna vøkru matsendingina, Spískamarið, hjá Gutta Winther og Pæturi Marjunarsyni Dahl.

Tað er óansæð um viðkomandi hyggur til vinstru ella til høgru ella mitt ímillum, so er einki at ivast í, at tað sær gott út, tað sær ljósari út.

Líkt er til, at samfelagsgrýtan, sum hevur verið lunkað og køld, er við at koma upp á kók. – Øll vilja sleppa at røra í henni nú, øll vilja sleppa at smakka soðið í grýtuni og øll vilja sessast við borðið.

Spurningurin er bara, hvussu hendan grýtan er komin upp á kók. Hvør hevur sitið við komfýrin og stýrt hitanum?

DV