Vit royna mangan at gera reglur um, at ein kristin tjóð eigur at liva so ella so, men hetta verður ein mekaniskur kristindómur, sum einans vil binda menniskju og framleiða sokallað “góð fólk” og í og við hesum blíva so eisini nøkur dømd at vera “ring fólk” og Kristus, sum frelsari missir megi sína í fólkinum, skrivar Rógvi Joensen, sum dagliga virkar sum trúboði í Føroyum og sum m.a. sendir beinleiðis hvørt týskvøld frá kedes.fo via nordlysid.fo
Vit royna mangan at gera reglur um, at ein kristin tjóð eigur at liva so ella so, men hetta verður ein mekaniskur kristindómur, sum einans vil binda menniskju og framleiða sokallað “góð fólk” og í og við hesum blíva so eisini nøkur dømd at vera “ring fólk” og Kristus, sum frelsari missir megi sína í fólkinum, skrivar Rógvi Joensen, sum dagliga virkar sum trúboði í Føroyum og sum m.a. sendir beinleiðis hvørt týskvøld frá kedes.fo via nordlysid.fo
Nú jólini nærkast og nógv stakan er, vil eg nýta høvið at senda mínar bestu heilsanir til okkara fólk á sjógvi, á landi og til tey sum búleikast ella eru lestrarørindum í øðrum londum. Hvat er so besta heilsan eg kann veita? Tað er at tú mást hava eini gleðilig jól.
Gleðilig jól?? – Kanska ein útvatnað heilsan sum er yvirfladisk og onki sigandi fyri mong, men eg vil við djúpastu meining ynskja tær eini gleðilig jól!!
Føroyar er sum samfelag eitt sokallað kristið land, sum merkir at vit hava haft kristindómin grundaðan á bíbliuna, sum moralska og etiska tjóðar læru í øldir. Hetta merkir so aftur at vit ígjøgnum hesa læru sum kirkjur og samkomur boðað, hava fingið eina ávísa mentan og siðvenju, sum er grunda á kristin virðir, sum trúgvin framleiddi hjá fyrstu trúar fedrum okkara.
Hetta merkir ikki sambært bíbliuni, at øll sum búgva í einum kristnum landi eru kristin.
Bíblian leggur sera stóran dent á, at ein kristin er ein sum trýr persónliga á Kristus, sum sína rættvísi mótvegis heilagleika og rættvísi Guds.
Gud hevur ongantíð stjórna nakrari tjóð beinleiðis. Hann hevur ongantíð veri politiskur, men mong sum trúgva á Kristus hava verið og eru leiðarar og politikkara. Soleiðis kunnu vit staðfesta at orð Guds hevur havt ávirkan á tjóðir.
Tað er ikki ein politisk skipan sum skapar eitt fólk, men fólki sum myndar og skapar eina politiska skipan.
Eg haldi at tað er av alstórum týdningi at vit ikki brúka Gud til at gera politiskar leistar og byrja at smoyggja Gud omanyvir fólk, sum onki vilja hava við Gud at gera við tí endamálið at gera eitt land meira kristiligt.
Tað gongur greitt fram í nýggja testamenti eftir sáttar deyða Kristusar á krossinum, at ongin kann vera tvingaður til Gud! Gud dregur menniskju til sín við at tey sjálvi smakka náði og kærleika Hansara og síðani vilja hava eitt samfelag við Hann ígjøgnum trúnna sum birtist við evangeliska boðskapinum.
Gud kallar seg sjálvan í gamla testamenti – Kong Ísraels. Ofta hava vit sum eru fólkasløg av heidnari ætt, hug til at siga at Gud skal verða okkara Kongur á politiska leikpallinum.
Men Gud er ikki Kongur á tann hátt, men samløga bíbliunnar greiðir frá, at Gud vil gerast okkara persónligi leistur við trúnni og á tann hátt vil Gud hava eina rødd í samfelagnum, ikki eftir bókstavi ella reglu, men eftir anda.
Um jólini hoyra vit mangan setningin: “Tykkum er í dag ein frelsari føddur” og hetta er júst gleðiboðskapurin við jóla evangeliðinum – at ein loysn er fødd til okkara ómøguligu støðu mótvegis einum perfektum Gudi. Hetta er givið mannaættini til frelsu og ikki til leist.
Kristus er ikki ein uppskrift í sær sjálvum, men ein loysn uppá fullkomnu uppskriftina sum skapanar hugur Guds skapti fullkomnan í upphavið, men sum fall vegna freisting av orminum í Edens hava og hevur mannaættin síðani drigist við óreglusemi mótvegis normi Guds. Tí eru vit ikki fullkomin, eingin av okkum! Hetta var tað fullkomna barnið í Betlehem var føtt til – at gerast lík okkum og at læta seg í okkara ófullkomileika fyri síðani at blíva líka sekur sum vit.
Tá ið Kristus í elskhuga Sínum til tín og mín, var blivin líka sekur sum tú og eg, so stillaði Hann seg fram fyri rættvísi Guds og fekk strangasta dóm á krossinum, sum Merkið okkara eisini avmyndar og minnir á.
Har gjørdi Gud upp við allan ófullkomileika og fall mannaættarinnar og Kristus fekk revsingina sum vit øll áttu.
Harvið loysti Gud menniskjuna frá syndaskuldini og øllum ófullkomileika og hvør tann sum setur álit sítt á hetta verk, sum frelsarin gjørdi fyri okkum, kann av sonnum kalla seg kristnan.
So kristindómur í djúpastu merking er ikki ein ávísur lívsstílur, leistur, uppskrift ella nakað abc, men ein trúgv – eitt álit sum menniskja hevur í sínum hjarta á ein frelsara, sum hevur tikið alt óreglusemi á seg og harvið gjørt útgongd fyri sálina til rúmt land – myndarliga tala.
Tí kunnu vit ongantíð “reglu-gerða” hesa trúgv. Jú, hendan trúgv hevur avleiðingar ella úrslit – tað síggja vit – men úrslitið má ongantíð blíva málið. Málið sjálvt er Kristus og Hann aleina og so vil Gud virka eitt úrslit, við trúnni, sum bara Hann kann gera og tí er alt okkara rós útistongt við lóg trúarinnar.
Vit eru øll menniskju
Hetta ger til einkis fatanina av at vit eru flokka í góð menniskju og minni góð menniskju. Kristus javnstillar øll fyri eygum Guds og virkar í teimum sum trúgva.
Men vit royna mangan at gera reglur um, at ein kristin tjóð eigur at liva so ella so, men hetta verður ein mekaniskur kristindómur, sum einans vil binda menniskju og framleiða sokallað “góð fólk” og í og við hesum blíva so eisini nøkur dømd at vera “ring fólk” og Kristus, sum frelsari missir megi sína í fólkinum.
Onki er so lemjandi fyri trúnna sum reglur, ja – eg vil siga at reglur gera av við trúnna – tí reglur venda sær beinleiðis til okkara egna vilja og alt sum hevur við okkara egna vilja at gera eigur rós sítt í tí.
“Trúgv er full vissa um tað sum vóna verður, sannføring um tað sum ikki sást” sigur høvundurin til Hebrearabrævið, so tí er tað burturvið at “reglu-gera” trúnna tí reglurnar vilja yvirtaka verk trúarinnar og sjálvrættvísi, stoltleiki, arogansa, intoliransa o.a. vilja fáa gróðralíkindi í okkum og mannamunur blívur nakað sum merkir okkara fólk.
Tí er mítt ynski fyri teg at tú skalt fáa eini gleðilig jól, eini jól har tú fært eyga á verk Guds fyri teg, har tín sál finnur hvílu í hesum fullgjørda verki sum onki – absolutt onki – krevur av tær, men bara vil geva tær. Onki er størri fyri menniskja enn at kunna læsta persónligu skuldarkenslurnar, sum vit øll upp samlað yvir tíð, yvir á Kristus sum av sonnum eitur: Frelsari heimsins.
Hetta er pallurin sum kærleiki, gleði, friður, semjur, øll rættvísi og øll góð verk ynskja at útlivað síni verk á, at vit hava øll sama felagsnevnara, at vit øll eru til hvønn annan, at vit øll tora at fara niðurum hvønn annan og harvið fáa Kristus fram í samfelagnum, ikki sum kong, lógarsmið ella politikara – men sum trúgv, og harvið vil Kongur Konganna síggjast í dygdum fólksins, sum góð uppbyggjandi og eggjandi verk.
Hetta eru jól sum vilja nakað og sum vilja kveika vón sum røkkur longur enn til 1. januar 2014.
Við ynskjum um eini gleðilig trúar jól!
Rógvi Joensen




