Her eru nakrar viðmerkingar til røðuna hjá Marjuni Bæk á Ársins Faroe Pride 27. juli í ár og nakað um kynslív og hjúnalag. Kynsligu avbjóðingarnar eru stórar hjá øllum menniskjum, tí vit líkjast øll, samkynd sum hinskynd. Her kann eingin peika eftir nøkrum! Hjúnalag fyri samkynd er eitt mál, men leysagifta, ótrúskapur og pornografi prógva, at klassiska hjúnalagið verður vanvirt, og at vit sum fólk flyta okkum burtur frá Gudi. Men Gud elskar sín skapning og hevur hjálp at bjóða.
Her eru nakrar viðmerkingar til røðuna hjá Marjuni Bæk á Ársins Faroe Pride 27. juli í ár og nakað um kynslív og hjúnalag. Kynsligu avbjóðingarnar eru stórar hjá øllum menniskjum, tí vit líkjast øll, samkynd sum hinskynd. Her kann eingin peika eftir nøkrum! Hjúnalag fyri samkynd er eitt mál, men leysagifta, ótrúskapur og pornografi prógva, at klassiska hjúnalagið verður vanvirt, og at vit sum fólk flyta okkum burtur frá Gudi. Men Gud elskar sín skapning og hevur hjálp at bjóða.
Tað er okkara skylda sum prestar í Fólkakirkjuni at døma um andar og rák í tíðini, men lættari verður tað ikki, tá ið prestar í somu kirkju eru ójavnir á máli um sjálvt grundarlagið, teir byggja á. Og so er tað okkara skylda sum demokratar at vera við í tí almenna kjakinum, har tað er neyðugt.
Eg haldi nógv av Marjuni Bæk sum menniskja, og virðing havi eg fyri evnum hennara at hugsa og skriva, men ósamdur eri eg við hana um týðandi evni. Men áðrenn eg geri viðmerkingar til røðu hennara (og havi eg munnliga kunnað hana um tað), vil eg siga nøkur orð fyrst.
Kynslív og hjúnalag
Til samkynd og tví- og trans-! Eg vil fegin skilja tykkum og møta tykkum, har tit eru. Tit hava verið ein útsettur bólkur, og vil eg verja tykkum og tykkara rætt bæði at vera og at virka í samfelagi okkara. Eisini vil eg persónliga bjóða meg fram at áminna og harta tey, sum kundu funnið uppá at gjørt seg inn á tykkum. Og til øll hini eisini! Vit kunnu øll hava ymiska kynsliga trá, men ikki er øll trá er ætlað at vera livað út.
Sambært kristnu trúnni, er kynslívið givið av Gudi sum nakað sera dýrabart; so dýrabart, at tað má hava besta karmin. Karmurin um kynslívið – kristiliga sæð – er hjúnalagið. Og hjúnalagið er ein maður og ein kvinna, soleiðis, sum fedrarnir lærdu okkum. Hjúnalagið er við øðrum orðum ein skipan frá skapanini. Tí er samkynt hjúnalag, leysagifta, ótrúskapur og pornografi eitt háð ímóti hesi Gudgivnu skipan.
Men nú er maður og kvinna í hjúnalagi ikki bara ein skipan. Aftanfyri skipanina og í skipanini sjálvari er ein Skapari, sum eisini er Frelsari ella Hjálpari okkara. Vit verða frelst fyri einki av Guds náði við trúgv á Jesus, men vit fáa eisini hjálp og mátt frá Gudi at liva sum hansara børn. At elska og at liva samsvarandi Guds vilja er eitt stríð – ikki minst í hjúnalagnum, men tað er eitt gott stríð, hvønn “torn”, vit so hava.
Vit eru øll ymisk viðv. samleika okkara, men djúpast sæð, líkjast vit. Grundsamleiki okkara er, at vit eru syndarar øll, sum eru komin burtur frá Skaparanum og vilja ganga okkara egnu leiðir – ikki minst viðv. kynslívinum. Men vit eru tó líka høgt elskað av Gudi. At Gud elskar meg, merkir í roynd og veru, at hann er trúgvur ímóti sínum lyftum og hevur eina ætlan, hvussu eg kann koma heim til sín. Men, hvat eg skal fara ígjøgnum, er ymiskt frá einum til ein annan. Vit eru øll syndarar, sum hava tørv á Guds náði. Vón okkara eitur krossur Krist, og við henda kross, har Guds Sonur hekk í mítt stað, kallar Faðirin hvønn einstakan til umvendingar, gudsótta og eyðmýkt!
Og so nakrar viðmerkingar
Tað er so, sum mamma og omma henda søgdu, sum Marjun Bæk sipar til. Gud elskar hann, “sama hvør hann var, og hvat hann fór at gera.” Tað er nevniliga ikki gjørligt at fáa Gud at elska okkum meira, enn hann ger. Hann sendi okkum enntá Son sín! Og tað er ikki heldur gjørligt at fáa Gud at elska okkum minni, enn hann ger. Heldur ikki við óndu gerðum okkum. Fyri honum eru vit øll skapað í mynd hansara. Til henda, sum mamman og omman høvdu lært, og til onnur, sum kenna seg aftur í hesum, vil eg siga: Jú, Gud elskar teg – og tað høgt. TAÐ ER SATT! T.v.s., at tað er ÓSATT, um tú sigur: “Gud elskaði meg einans, um eg var so, sum eg ikki var”, sum hesin drongurin segði sambært Marjuni.
Mýtur og ókristilig orð í Bíbliuni
Marjun Bæk skrivar, at Nóa og syndaflóðin er mýta. Mín sannføring er, at Nóa er ein søguligur persónur, og syndaflóðin ein søgulig hending. Jesus líknar í evangeliunum seinastu dagarnar hjá mannaættini við dagar Nóa, áðrenn syndaflóðin kom. Menniskju verða undan síni afturkomu, segði hann, eins sjálvgóð og sjálvsøkin sum á døgum Nóa. Vísindafólk hava víst á, at Jørðin ella stórir partar av Jørðini hava ligið undir í vatni einaferð. Bíblian avdúkar, hví tað hendi. Tað hendi vegna vantrúgv og ólýdni okkara. Ælabogin var ikki givin at boða fjølbroytni, men Guds trúfesti móti okkum, sum hann vísti best við at senda okkum Jesus.
Marjun Bæk kallar í røðu síni ikki bara tað mýta, sum Gamla Testamenti kallar søga. Hon átalar eisini Paulus ápostul og velur millum hansara “mangan skurvutu og púra ókristiligu orð”, sum hon tekur til. Ápostulin “dittar sær”, skrivar hon, “at sortera, hvør sleppur í Himmiríkið og hvør ikki”. Hetta sigur hon um ein teirra, sum beinleiðis fekk boð frá Jesusi at boða heiminum gleðiboðskapin, at allir syndarar kunnu fáa frelsu við trúgv á Jesus. Og: At um vit ikki venda um, glatast vit, eins og vit longu eru glatað í vantrúgv okkara og ólýdni. Sum eg skilji Marjuna Bæk, so er tað hon, sum “dittar sær at sortera” sum henni listir í orðum Bíbliunnar, sum er avgerandi læru- og trúarmyndugleiki Fólkakirkjunnar.
Gudsmyndir og Jesu uppreisn
Tað álvarsamasta í røðu Marjunar Bæks, haldi eg, eru uppáhald hennara, at Bíblian hevur fleiri “gudsmyndir” ella boðar fleiri gudar, og at Bíblian er eitt “bókasavn” ella bøkur, óheftar hvør at aðrari. Eftir míni sannføring, boðar Bíblian frá permu til aðra ein og sama Gud! Sami Gud opinberar seg gjøgnum profetarnar, og til seinast gjøgnum Jesus. Og Gamla- og Nýggja Testamenti er ein heild, har Jesus er tann reyði tráðurin. Hetta er eisini sambært Lutheri, sum Marjun endurgevur.
Tað gleðiligasta í røðu Marjunar er, at Skriftin boðar “tann livandi Guð og upprisna son hansara”. Hesa trúgv havi eg eisini, men hana havi eg júst tí, at eg trúgvi, at Bíblian er sonn, og at vitnisburður hennara um Gud er trúverdur. Nakrir av teimum, sum skrivaðu Nýggja Testamenti, hava sjálvir sæð Jesus upprisnan. Ein teirra var Paulus. Tá ið Paulus um ár 55 skrivar 1. Korintbræv, troystar hann sínar lesarar í Grikkalandi, at teir flestu av teimum 500, sum einaferð sóu Jesus eftir uppreisn hansara, enn vóru á lívi. Mær vitandi, eru flestu granskarar á einum máli um, at Paulus skrivaði hetta brævið.
Trýrt tú, at Bíblian vitnar satt um Gud, og at Skriftin er ein heild, so førir henda áskoðan ikki til, at Skriftin verður ein “avgudur”, sum Marjun óttast, men at Gud verður Gud!
Lógarbroytingar
Marjun Bæk nemur við ynskið og málið hjá LGBT um “nakrar lógarkarmar og nøkur borgarlig rættindi”. Marjun spyr: “Hvat skuldi slíkt kunnað tikið frá øðrum? Hvør fer illa av eini slíkari lóg?” Marjun sigur ikki beinleiðis, hvørji rættindi og hvørja lóg, hon sipar til, men meinar hon at broyta hjúnabandslógina og loyva borgarligari vígslu av samkyndum, so taki eg ikki undir. Hjúnalagið er og hevur verið grundeindin í samfelagnum, og besti karmurin fyri pør eins og børn. Allir borgarar landsins skulu virðast og verjast, og øll skulu vera líka fyri lógini, men hjúnalagið er og verður sambært klassiska kristna læru ein maður og ein kvinna.
Búgvin menniskju
Eg taki undir við seinastu orðunum hjá Marjuni Bæk til mannfjøldina á Faroe Pride 2015: “Trúgvið á Guð og brúkið tykkara egna skynsemi…” Men her manglar nakað, tí: Hvønn Gud skulu vit trúgva á? Og hvat kunnu vit grunda okkara skynsemi á? Á okkum sjálvi? Á okkara hug og trá? Á meiningakanningar? Á meirilutar? Á minnilutar? Skulu vit veruliga verða “vaksnar og ábyrgdarfullar menniskjur”, sum Marjun skrivar, so hava vit einki betri jørðildi at vaksa í enn hjá Gudi og í orði hansara.
Hjá Gudi er kraft og hjálp at fáa, tí Gud er kærleiki; hjálparin er Jesus; og andin er Heilagi Andin.
Ráðini fyri at liva tað kristna lívið og fyri at liva reint kynsliga sæð eru m.a.: Takka fyri, at tú ert væl skapt/skaptur. Viðgang tínar syndir og tak ímóti Guds fyrigeving. Bið nógv, les nógv í Bíbliuni, og tosa nógv við menniskju, sum eru góð at tosa við.
Jesus sigur einastaðni (her eitt sindur umskrivað og útlagt): Hjá mær og í orði mínum skulu tit læra sannleikan um Gud og tykkum sjálvi at kenna, og sannleikin skal so við og við veruliga geva tykkum frið og gera tykkum til fræls menniskju!
Bergur D. Joensen, prestur




