Um vikuskiftið blivu tey bestu í flogbóltinum vald á gallaveitslu.
Gudrid Nolsøe úr Mjølnir bleiv ársins leikari. Hon bleiv eisini vald til ársins álopsleikara. Gudrid kom undan kappingarárinum til Mjølnir úr TB, tá Mjølnir misti nógv fólk. Og sigast má, at hetta virkaði væl, tí Mjølnir vann greipuna og Gudrid bleiv árins leikari og álopsleikari. Sum skilst verður Gudrid leikandi venjari hjá TB komandi ár. Eisini Margit Joensen fekk heiður. Hon bleiv vald til besta verjuleikara hetta kappingarárið.
Hesi blivu vald:
Ársins verjuleikari
Kvinnur: Margit G. Joensen, Mjølnir
Menn: Rói Hentze, Fleyr
Ársins blokkleikari
Kvinnur: Sóley Mørch Poulsen, KÍF
Menn: Suni Juul Pedersen, Fleyr
Ársins venjari
Kvinnur: Ragnar í Haraldsstovu, Dráttur
Menn: Boban Ilic, ÍF
Ársins hevari
Kvinnur: Kristina Mouritsen, Dráttur
Menn: Ólavur Jensen, SÍ
Ársins álopsleikari
Kvinnur: Gudrid Nolsøe, Mjølnir
Menn: Bárður Jacobsen, ÍF
Ársins stjørnuskot
Kvinnur: Eva Nagata, Fleyr
Menn: Hjørtur Eliasen, ÍF
Ársins leikari
Kvinnur: Gudrid Nolsøe, Mjølnir
Menn: Suni Juul Pedersen, Fleyr




