Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðrun & Bartal, The Absent Silver King og Dead Beat Punx

Grót tónleikasamtak

Í Tøting leygarkvøldið kl. 21.00 stundisliga.

Í Tøting leygarkvøldið kl. 21.00 stundisliga.

Atgongumerkið fáast við dyrnar fyri einans 100 kr.

Guðrun & Bartal:

Vinnarinir av Sement 2011, hava júst útgivið teirra fyrstu fløgu, “Vónini er”, ið hevur fingið góða móttøku og góð ummæli.

Tey bæði Guðrun og Bartal, trøllabinda áskoðararnar við vakrum, inniligum og djúpum tónleiki.

Ein upptøka frá Tøting 2011 við Guðrun & Bartal:

http://www.youtube.com/watch?v=iviJ1nMDblk&feature=youtu.be

The Absent Silver King:

Hesin forholdsvís nýggji bólkur, er nýggjasti vinnarin av Sement, tá teir sera yvirbevísandi vunnu kappingina í mars 2013. Við sigrinum ognaðu teir sær studiotíð í Block Studio, umframt at teir ognaðu sær eina framførðslu á ársins G! Festivali.

Tónleikurin kann kanska lýsast sum ein samanrenning av blues, djassi, soul og massar av syraðum larmrokki.

Dead Beat Punx:

Hesin bólkur tók føroyska tónlikapallin við stormi, tá teir sóu dagsins ljós fyri einum ári síðani. Hóast bólkurin var nýggjur, náddu teir at hugtaka fólkini handan G! Festivalin, fingu luttøku á G! 2012, har teir høvdu eina super konsert á Spæliplássinim. Eftir hetta fór bólkurin longu í dvala, tí trummuspælarin flutti av landinum, men nú spíla teir seg út aftur, við einum nýggjum trummuspælara.

http://www.youtube.com/watch?v=BCWB_tPfTc8