Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðrún Einarsdóttir – Máling sum náttúra

Tíðindaskriv

Fríggjadagin 4. apríl kl. 16:00 letur ein framsýning upp á Listasavni Føroya við myndum hjá íslendsku listakvinnuni Guðrúni Einarsdóttir.

Fríggjadagin 4. apríl kl. 16:00 letur ein framsýning upp á Listasavni Føroya við myndum hjá íslendsku listakvinnuni Guðrúni Einarsdóttir.

Guðrún Einarsdóttir nýtir eitt serligt kynstur, tá hon skapar sínar málningar. Hon blandar litir, olju og loysingarevni í ymiskum lutfalli á eitt lørift, sum liggur niðri. Síðan tekur turkingin yvir, og tað er hon, sum skapar tey ótrúligu organisku mynstrini og endurtøkurnar, sum gera myndirnar so serstakar.

Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum, setur framsýningina, og listakvinnan sjálv verður til staðar. Listasavnið bjóðar ábit.

Framsýningin er opin til sunnudagin 1. juni 2014.

Í sambandi við framsýningina gevur Listasavn Føroya út bókina Guðrun Einarsdóttir. Máling sum náttúra, og hon fæst fyri 100 kr.

Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin!

Listasavn Føroya

http://www.art.fo/fo/