Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gudrun kom við havtasku og krabbum til Sjómannadagin

Oliver Joensen

 Í morgun kom garnabáturin Gudrun á Klaksvík. Manningin á Gudrun lat í fjør havtasku til stóra matarborðið á Sjómannadegnum, og aftur í ár fær bufféin eini 200 pund av havtaskusporlum frá Gudrun.

Men umframt hetta, so tók manningin eisini nakrar livandi krabbar við, sum teir hava fingið í gørnunum. 

Eina ovurstóra havtasku fingu teir eisini hendan túrin. Tað er Jógan Sofus Vilhelmsen, sum lyftir havtaskuna frammanfyri myndatóli. Havtaskan er um hálvan annan metur long.

Kørini til livandi fiskar og annað slíkt, komu upp at standa í gjárkvøldi og fyrstu livandi havdjórini komu sum sagt frá Gudrun í morgun, ymisk sløg av krabbum, krossfiskar og ein slímormur.

Harleywoodpaint