Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gudrun sleipað aftur á Klaksvík í dag

Oliver Joensen

 Um fýra tíðina í dag, kom Ziska á Klaksvík við garnabátinum Gudrun. Skiparin á Gudrun, Kristin Vilhelmsen, sigur, at teir fóru av Klaksvík í morgun um 10 tíðina. Komnir norður á Nakkin, brast eitt oljurør. Olja sprændi beint á útstoytið og harafturat var lekin ógvusligur, so vit valdu at sløkkja motorin og fáa sleið inn aftur.

Tíbetur eru vit útgjørdir við myndatóli í maskinrúminum, so vit síggja alla tíðina av brúnni og í maskinrúmi. Vit sóu beinanvegin tá tað fór at leka, og kundu tí beinanvegin byrgja upp fyri at nakað meira hendi.

Vit vóru á veg út at draga gørnini. Veðrið er eitt sindur ófantaligt í løtuni, so eg veit ikki rættuliga nær vit fara at draga, men motorurin verður helst klárur aftur í morgin. Sum sagt var tað eitt oljurør, ið brast, so motorinum bæðir sostatt einki, sigur Kristin Vilhelmsen, skipari á Gudrun.