Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gudstænasta í Gøtu mikukvøldið

Tíðindi

 Gudstænasta í Gøtu kirkju, mikukvøldið kl. 20.00.

 

Gøtu kirkja vil á sama hátt sum í fjør, bjóðað til eina gudstænastu mikukvøldið kl. 20.00.

Hetta er ein serlig gudstænasta, har bæði festivalgestir og onnur kunnu koma saman til gudstænastu, við ábitið aftaná.

Í ár bjóðar kirkjan ein heitan rætt eftir gudstænustuna og annað gott afturvið.

 

Gøtu kirkju ungdómskór kemur eisini at luttaka. Kórið, sum annars hevur summarfrí fær hesuferð styrk frá útisetum, sum eru heima í summarfrí, og sum áður hava sungið við í kórinum.

 

Prestur til gudstænastuna í ár verður Derhard Jógvansson.

 

Gøtu kirkja bjóðar øllum vælkomin til eina hugnaliga og gevandi løtu í kirkjuni.