Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Guðstænasta og fyrilestur

Tíðindaskriv

Aftaná guðstænastuna sunnudagin 6. septembur kl. 14:00, verður fyrilestur um próstin, sálmaskaldið og týðaran Gudmund Bruun. Borgny Brünings-Hansen prestur prædikar, og Bergur Jacobsen heldur fyrilesturin.

Í samband við at føroyska kirkjuliðið í Keyðmannahavn fyllir 100 ár 28. novembur í ár, skipar kirkjuliðið fyri nøkrum tiltøkum.

Fyrsta tiltakið verður nú sunnudagin 6. septembur, har Borgny Brünings-Hansen prestur hevur guðstnastuna, og Bergur Jacobsen fer at greiða eitt syndur frá søguni hjá føroyska kirkjuliðinum frá 1915 – 1954, og frá sálmaskaldinum og stovnaranum Gudmund Bruun Prósti. Sum vænt verður borðreitt við einum góðum drekkamunni. Øll eru vælkomin, og tiltakið er ókeypis.

Aftaná guðstænastuna sunnudagin 4. oktobur, fer Sverri Steinholm prestur at halda fyrilestur um Emil Joensen prest og Kristiliga Ungmannafelagið í Keypmannahavn. Í oktobur verður eisini skipað fyri darmatiskari frammførðslu av føroysku kirkjusøguni í Keypmannahavn. Í novembur verður skipað fyri forvitnisligum pallsborðsfundi í føroyahúsinum í Keypmannahavn, har trý fólk fara at tosa um frammtíðina hjá átrúnaðinum í Føroyum.

Ein bóklingur er undir fyrireikan, sum kemur út í samband við hundrað ára haldið, og leygardagin 28. novembur verður hátíðarlig hundrað ára guðstænasta í Elias Kirkju á Vesterbro. Aftaná guðstænastuna verður móttøka í Føroyahúsinum. Øll eru hjartaliga vælkomin til bæði tiltøkini.

Nærri frættist um tiltøkini, so hvørt tíðin nærkast. Hans Egede Kirkjan liggur í Vardegade 14, 2100 Østerbro (nærhendis Nordhavn Station).