Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gudstænastur trettandakvøld í Norðoya vestara prestagjaldi

Jóhann Lützen

Sum siðvenja er, verða gudstænastur hildnar trettandakvøld jóla. Trettandi verður sum kunnugt hildin til minnis um vísmenninar úr Eysturlondum, sum komu at tilbiðja nýfødda jødakongin.

 

 

Í Christianskirkjuni verður lestur lisin klokkan 20; talvan gongur fyri útimissión. Eftir gudstænastuna verður hugnaløta í kirkjukjallaranum, har Rói Norðoy, frá felagsskapinum Open Doors, greiðir frá um kor teirra forfylgdu kristnu í heiminum í dag.

Í Mikladali hevur Marjun Lómaklett prestur gudstænastu klokkan 20, drekkamuður verður í avhaldshúsinum aftaná, og í Kunoy prædikar Hanus á Gørðum prestur somuleiðis klokkan 20; talvan gongur fyri útimissión, og Krista Hvannastein greiðir frá um felagsskapin Mirjam.