GullbrúdleypLeygardagin 23/7-2016 kunnu Tóra Dahl og Poul Sandberg í Keypmannahavn halda gullbrúdleyp. Tey vórðu á sinni vígd í Christianskirkjuni í Klaksvík av Tummas Jacobsen, presti.
Tóra og Poul eiga synirnar Ole, sum er cand. mag. og Bo, sum er cheføkonom í Dansk byggeri. Harumframt eiga tey fimm ommu- og abbasynir.
Gullbrúdleypið verður hildið í Keypmannahavn við gullbrúdleypsgudstænastu í Sions kirkju og veitslu fyri innbodnum.




