Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gullok trýr mest uppá Eysturoyarliðini

Jákup Ósá

FM stríðið fer at standa millum Víking og NSÍ, væntar TB legendan Eyðun Gullok Svalbard.

Eyðun Gullok Svalbard var millum bestu TB leikararnar fyri nøkrum árum síðani. Hann fylgir framvegis væl við í Effodeildini.

– Víkingur hevur breiðan hóp; og liðið stendur væl defensivt samstundis sum teir eru skjótir uppá umstillingar. NSÍ spælir góðan fótbólt, hevur nógva renniorku og ein stóran málverja. Hesi bæði liðini koma at enda nummar 1 og 2. Síðani er tað B36, sum spælir skjótt og vil stýra dystunum. Teir hava eisini ein breiðan hóp. KÍ hevur breiðan hóp og royndir, meðan ÍF burdi verið væl fyri fysiskt. TB hevur nakrar styrkir, men fleiri manglar og so er tað AB og B68, sum hava smalan hóp. Skála manglar profilar, sigur hann.

Eyðun Gullok Svalbard tippar hesa stigatalvuna:

1. Víkingur

2. NSÍ

3. B36

4. KÍ

5. HB

6. TB

7. ÍF

8. B68

9. Skála

10. AB

Eyðun Gullok heldur annars, at spælistílurin kemur at vera avgerandi fyri, hvørji lið fara at klára seg væl. Tey liðini sum spæla beinleiðis spæl hava betri møguleika at yvirliva. Men annars heldur hann, at nógvir venjarar spæla uppá feilirnar hjá mótstøðuliðnum.