Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnar K Nattestad: Skula vit vera sum øll hini

(Norðlýsið – Tíðindi)

Gunnar Nattestad spyr, um tað er rætt at “gera sum hini” bara fyri at “verða sum hini” og slær fast, at verður grundarlagið skift út, so smakka vit eisini avleiðingarnar.

Tað hevur til allar tíðir verið ein innari og ytri bardagi hjá einum menniskja, at taka støðu til, í hvussu stóran mun ein skal handla eftir egnari sannføring í mun til at lata seg stýra av øðrum. Hjá børnum verður ofta hildið at hettar er sera sjónligt, tá tann, ið skilir seg út verður argaður, meðan tann, ið tekur við felag norminum, sleppur at vera partur av tí “góða felagskapinum”.







Í umrøðuni um hvør støða skal takast til málið um at seta kynsliga orientering inn í lóg, tykir mær at vit í stóran mun eru í somu støðu. Nógv sjónarmið verða førd fram til frama fyri bæði ja og nei, og ymiskt er hvat verður nýtt sum grundarlag.







Eitt sum skal tala fyri at taka undir við málinum, er at okkara grannalond øll hava framt somu broyting og tí skula vit bara fylgja við streyminum, fyri framhaldandi at verða við í “tí góða felagskapinum”. Fleiri eru eisini áheitaninar úr hinun norðanlondunum um at syrgja fyri at Føroyar fáa somu lóggávu sum hini; annars eru vit ikki eitt samfelag á hædd við hini.



Myndin úr skúlagarðinum kemur fram fyri meg, har næmingurin, ið ikki vil gera sum “klikan” tilskilar, verður hóttur við at verða koyrdur út í kuldan.







Í hesum tíðum har nógv krút verður brúkt at hálova tolsemi og minnilutaverju, klingar hendan “go with the flow” hugsan eitt sindur hult. Minnilutar í samfelagnum skula hava ávísa ser-verju fyri at tryggja teirra rættindi, men tá tað kemur til okkum sum lítil tjóð, eru somu grundgevingar ikki galdandi.







Eitt er at harðskapshendingin, sum í hesum føri eru heilagi upprunin til at kjakið er komi fram aftur, als ikki hevði givið myndugleikunum nakað sum helst betur amboð, um umtalaða lógarbroyting var í gildið; eitt gott dømið uppá hvussu líkasæl humanisman og partur av “objektiva” og “public service” jurnalistikkinum er við hvat er rætt og skeivt, bara so leingi tað tænir einum ávísum endamáli.



Hitt er tann meira grundleggjandi spurningurin, um tað í hesum føri er rætt at “gera sum hini” bara fyri at “verða sum hini”.







Okkara samfelag eri ikki nakað “paradís” á jørð í mun til øll onnur lond, men tað er so sanniliga heldur ikki ein Taliban-líknadi statur har m.a. homosexuell ganga friðleys og ikki hava nakran góðan. Hesin sexuelli minniluti hevur, mótsatt teimum lygnum ið førdar eru fram, júst somu verju í lógini sum einhvør annar.



Ein far tó tað fatan at málið veruliga ikki snýr seg um at gera umstøðurnar hjá einum bólki betur, men heldur um at seta ein annan bólk/land uppá pláss, tí tað her hevur valt at fylgja eini aðrari sannføring, ið ikki stemmar við tað meirilutin í okkara góðu kliku sigur.







Norðurlendsk hagtalsárbók vísti fyri kortum, at Føroyar á mongum økjum eru best fyri, heldur enn at vera “reyvin av fjórðu deild”, sum man mangan far fatan av. Møguliga er grund til at spyrja hví hettar er so? Kann tað skyldast tey virðir vit í stóran mun hava bygt okkara samfelag á, men sum standa fyri at verða skift út við virði, ið hini grannalondini hava og líða undir?







Eitt er vist, verður grundarlagi skift út so koma vit eisini at smakka avleiðingarnar!