Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnar Nielsen til læknakanning í Motherwell

Jákup Ósá

Gunnar Nielsen fer væntandi at skriva undir við Motherwell.

BBC skrivar í dag, at føroyski landsliðsmálverjin Gunnar Nielsen er til læknakanning og samtalu um eitt skiftið í dag við Motherwell.

Hetta er vanliga seinasti liðurin áðrenn ein sáttmáli verður undirskrivaður. Tískil fer Gunnar Nielsen helst at skriva undir við Motherwell ein av komandi døgunum.

Motherwell endaði í fjør á 2. plássi aftanfyri Celtic í bestu skotsku deildini.