Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunnleyg K. Dánjalsson 30-ára starvsdag

John William Joensen

Týsdagin, 1. juli, hevði Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson, fulltrúi á Teknisku Umsiting, starvast 30 ár í umsiting Klaksvíkar Býráðs

Týsdagin, 1. juli, hevði Gunnleyg Kallsberg Dánjalsson, fulltrúi á Teknisku Umsiting, starvast 30 ár í umsiting Klaksvíkar Býráðs

Í 1984 lýsti Tekniska Umsiting eftir einum fólki at avloysa eitt ár á deildini. Gunnleyg sókti og fekk avloysarastarvið. Tá árið var úti, varð avgerð tikin um, at hetta skuldi gerast eitt fast starv.

Gunnleyg hevur hesi 30 árini havt nógvar og fjølbroyttar uppgávur, men matrikkulmál, tinglýsingar- og ognarviðurskifti, gøtunøvn, ferðslumál og leigusáttmálar hava verið hennara høvuðsøkir. Eisini hevur hon verið partur av byggi- og býarskipanartoymi kommununnar umframt varðveitingarbólkinum.

Gunnleyg hevur hesi árini havt ein týðandi leiklut í menningini av Teknisku Umsiting og er í dag ein lyklapersónur á deildini, sum bæði borgarar, býráðslimir og starvsfelagar fáa gagn av og kunnu kenna seg trygg við.

Á lítlari innanhýsis samkomu í býráðshúsinum helt virkandi borgarstjórin, Steinbjørn O. Jacobsen, stutta røðu fyri Gunnleyg, har hann lýsti hana við orðum sum “nærløgd, ágrýtin og arbeiðssom”, men skuldi hann lýsa hana við eittans orði, so mátti tað verða við orðinum “trúfesti”.

Vegna býráðið handaði virkandi borgarstjórin Gunnleyg eitt blómutyssi og eina gávu sum tøkk fyri góða tænastu og fyrimyndarligt samstarv í hesi 30 árini.

Vit ynskja Gunnleyg hjartaliga tillukku og ynskja henni alt tað besta framyvir við vón um framhaldandi gott samstarv í mong ár framyvir.