Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunvá nýggjur borgarstjóri?

Oliver Joensen

Fólkaflokkurin fekk eitt kanónval í Klaksvík, hóast Kristian Fr. Olsen bleiv vrakaður av veljarunum.

Fólkaflokkurin fekk heilar fimm býráðslimir á kommunuvalinum ídag. Tað vil siga, at teir skulu bert hava ein býráðslim afturat sær fyri at mynda meirilutan í býráðnum.
Í KÍ-høllini í kvøld merktist samband ímillum Sjálvstýrisflokkin og Fólkaflokkin, so í skrivandi stund liggur næst ein samgonga ímillum hesar báðar flokkarnar við Gunvu við Keldu sum borgarstjóra. Tó eru møguleikar fyri eini breiðari samgongu tá alt kemur til alt.