Klaksvík
5,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Gunvá við Keldu nýggj forkvinna í IRF

Jóhann Lützen

Á aðalfundinum hjá IRF herfyri tók Gunvá við Keldu við forkvinnupostinum hjá kommunala felagsskapinum

 

Gunvá við Keldu hevur verið umboð hjá Klaksvíkar kommunu í IRF

IRF er ein interkommunalur renovatiónsfelagsskapur, sum allar kommunur í Føroyum, við undantaki av Tórshavnar kommunu, eiga og reka í felag. Virksemið hjá IRF fevnir um øki hjá teim 28 limakommununum í felagnum.

Hjá IRF starvast umleið 100 fólk. Virksemið hjá IRF fevnir um:

• Innheintan av húsarhalds – og virkisburturkasti
• Endurvinningarhøll
• Móttøkuhøll
• Brennistøð
• Reinsitænastu
• Oljureinsiverk
• Handfaran av serliga dálkandi burturkasti
• Móttøku- og tyrvingarpláss í Trøllavík í Suðuroy
• Jarnendurnýtslu á Gjánoyri í Norðstreymoy
• Bilvrakpláss í Klaksvík, Sandoy og Suðuroy
• Bilverkstaður í Klaksvík