Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gunvá við Keldu og Julius Poulsen beinleiðis á nordlysid.fo

John William Joensen

Í dag kl 13 verður Julius Poulsen, sum stríðist fyri at fáa Dialysu viðgerina norður soleiðis at nýrasjúklingar kunnu fáa hesa tænastu t.d. á Klaksvíkar sjúkrahúsið. Kl. 13:30 verður fyrrverandi borgarstjórin og limur í minnilutanum í Klaksvíkar Býráð, Gunvá við Keldu, í beinleiðis sending á nordlysid.fo.

Julius Poulsen sum er gestur hjá Ragnhild Ellingsgaard, sigur m.a. at Heilsuverki eigur at hava fokus á tænastuna til brúkaran.

– Fyri okkum summ hava brúk fyri dialysu viðgerð hevði lívsgóðskan batna munandi um vit fingu lokal støð sum geva dialysu, sum tey hava í Danmark. Vit sum búgva í Norðoyggjum brúka 9 til 10 tímar hvørja viku orsaka av at einasta tilboði er á Landssjúkrahúsinum. Og tilboði er so avmarkað at sjúklingar hava stóran ampað av hesum.

Býráðspolitikkur.

Nordlysid.fo hevur  í eina tíð roynt seg við sendingum um lokalpolitikk og ætlanin er at halda fram har vit mánadag, einaferð um mánaðin, eftir hvønn býráðsfund hava ein hálvan tíma saman við borgarstjóranum. 

Nú fríggjadagin hava vit so fyrst valda býráðslimin, sum í dag situr í minnilutanum í býráðnum, Gunvá við Keldu, í studio. Hon er gestur hja John William Joensen.

Harafturat fara vit at hava kjaksendingar við fleiri luttakarum og boðað verður frá seinri í vikuni nær fyrsta stóra kjak-sendingin fer av bakkastokki.