Fínt skal tað vera. Tá dyrnar latast upp á Frigg Festivalinum í Kongens Have 9. og 10. mai verður tað stjørnukokkurin Gutti Winther, sum fer at standa á odda fyri eini spennandi og kreativari matskrá.

– Vit hava funnið bestu rávørurnar í Føroyum, Danmark, Íslandi og Grønlandi, og vit hava lagt høvdini í blot fyri at finna besta norðurlendska gøtumatin, sum vit gleða okkum at bjóða gestunum á Frigg festivalinum.
Soleiðis sigur Gutti Winther, sum saman við dananum, Kenneth Kirkedal, skal skapa sanna matgleði fyri øll frændafólk á Frigg Festivalinum. Teir fara at borðreiða við grønlendskum rækjum, íslendsk skyr, føroyskum laksi og donskum frílands svinakambi.
Men tónleikur og matur skal kunna metta alla familjuna og hugsað er eisini um, at børnini skulu fáa eina góða uppliving í kongsgarðinum. Gutti er tó púra sannførdur um, at føroyskar fiskafrikadellur við heimagjørdari romulátu og økologiskum grønmeti, verður nakað sum bæði útisetabørn og danskarar fara at dáma væl. Tað skal, sum maðurin segði, smakka fantastiskt!