Í góðveðrinum í mai mánaða í fjør høvdu vit eina samrøðu við Guttorm Simonsen um ætlaninar hjá samgonguni, at fara frá fiskidøgum til kvotur fyri botnfiskastovnarnar. Ætlaninar eru síðani samtyktar av samgonguni og koma í gildið 1. januar 2019
Norðlýsið skrivaði tá:
Guttorm Simonsen, fyrrverandi reiðari og skipari á línuskipinum Polarstjørnini heldur lítið um ætlaninar hjá samgonguni, at fara frá fiskidøgum til kvotaskipan. Tað verður tað reina kaos sigur hann og mælir heldur til, at bakka aftur til upprunaútgávuna av fiskidagaskipanini
Samrøða við Guttorm Simonsen from Norðlýsið on Vimeo.



