Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Gylt 20 ára skeið vorðið fólksins ogn

Per Jacobsen

Á samkomu í Norðoya Sparikassa í Torravikuni ummælti Per Jacobsen nýggjastu søgubókina \”Bóltspøl millum Kjøl og Klakk\” sum Árni Dahl hevur skrivað

Á samkomu í Norðoya Sparikassa í Torravikuni ummælti Per Jacobsen nýggjastu søgubókina “Bóltspøl millum Kjøl og Klakk” sum Árni Dahl hevur skrivað. 

Niðanfyri prenta vit røðuna:


1957 var eitt hendingaríkt ár. Vit lesa, at dagin eftir grækarismessu heldur nevndin sín fyrsta fund í egnum hølum. Løtan mundi vera serliga hátíðarlig, tí søgubókin sigur at fyri at markera fundarhaldið í tí nýggja húsinum skeyt næstformaðurin uppá at nevndin skuldi fáa sær ein kaffimunn. Seinni var aðalfundur hildin í felagshúsinum. Viðtikið varð at seta flaggstong á húsið og útvega eitt hvítt flagg við svørtum bólti í. Var flaggið vundið á stong, vóru hetta venjingarboð. Samanborið við nútíðar kunningartøkni kemur hetta helst undir forna føroyska boðsending.

Ein høvuðssetningur var at fáa venjara fyri summarið og harumframt at fara fótbóltsferð til Danmarkar sum gestur hjá Sjællands Boldspil Union. Samtykt varð, at felagið bert kundi taka ímóti tí eina venjaranum, nevnliga McCaig, sum kundi koma higar umleið 20. juni og skuldi vera aftur í Aberdeen 13. juli. Hann steðgaði í Klaksvík í góðar fjúrtan dagar. Hann var sera bóltfimur og legði stóran dent á tekniskar venjingar. Teir vandu nógv við honum hesar dagarnar. McCaig kendi til føroyskan fótbólt. Hann var sami maður, sum hevði verið liðnum til hjálpar á skotlandsferðini í 1954.
Um fyrireikingarnar upp undir danmarkarferðina lesa vit, at á einum fundi var skotið upp at hava tveir dugnaligar leikarar við úr Havn. Men hetta mál fekk heldur gjánkaliga undirtøku greiðir søgubókin frá. Endaliga avgerðin varð, at klaksvíkingar skuldu umboða felagið á ferðini, 16 leikarar og 3 leiðarar.
Um danmarkarferðina lesa vit, at liðið leikti ein sjaldsaman dyst hvat úrslitinum viðvíkur. Dysturin var móti Ítróttarfelagnum Føroyum, føroyskum útisetum. Hetta var av heitastu døgum, sum Danmark hevði havt í fleiri ár, so tað merkti avrikið. Dysturin endaði 6 – 6, eftir at KÍ hevði verið á odda 6 – 0.
Um endaligu støðuna í meistaradeildini hetta árið lesa vit, at KÍ vinnur føroyameistaraheitið so ruddiliga við 13 stigum, næstir vóru eitt sindur óvæntað VB við 8 stigum, TB og B36 fingu 7 stig, og HB lá niðast við 5 stigum. Um várið høvdu Ítróttatíðindi umrøtt spurningin um upp- og niðurflyting millum deildir, sum roynd var gjørd við nøkur ár frammanundan. Leiðslan í ÍSF var avgjørt fyri hesi skipan, men hon fekk ikki undirtøku á aðalfundinum. Hevði hon fingið tað, hevði HB flutt niður í 1957.
Eg var borin í heim tá McCaig var í Klaksvík og legði leikarunum lag á við tekniskum bóltvenjingum á sumri í 1957, og fari eg tí fyrst at lýsa ein part av sekstiárunum, soleiðis sum barnaeyguni sóu bóltspælið.

Í bókarverkinum verður fótbóltsheimurin hjá smádreingjum í Klaksvík umrøddur nakað soleiðis:
Í býlingunum vóru vøllir – størri og smærri. Á hvørjum teigi ella í hvørjum túni sást tú dreingir skjóta ímillum sín, teir brúktu ofta steinar at vísa, hvar málini vóru. Stundum kundu einir tríggir, fýra spæla á slíkum staði, men bóltspælið í býlingunum var meira skipað enn so: Uppsaladreingir høvdu lítlan vøll við húsini, vágsheyggjadreingir brúktu hondbóltsvøllin, vágsdreingir spældu í vágstúni, víkardreingir á Seglhúsplenuni og búðardreingir og teir á Bumshamri spældu í Klaksvíksgarðinum. Hetta var vestari armur. Á eystara armi spældu gerða- og heygadreingir á tennisplenuni, biskupsstøðdreingir uppi við húsini hjá Niels Østerø, dreingirnir á Varpinum og á Stongunum spældu beint oman fyri, har “Pride” plagdi at leggja at, garðadreingir á einum teigi undir Garðavegnum og teir norðaru spældu á plenuni hjá Jóan Jakku og á trøðni hjá Jóannesi á Heygnum. Tá ið bygt varð í Biskupsstøðbønum, varð skjótt vøllur at síggja við Jørundsgøtu.
Okkara fótbóltsheimur – okkara mikrokosmos – var á einum teigi undir Garðavegnum sunnan fyri gróthúsið hjá Jenny og Ebba á Gørðum, niðanvert hotellið hjá Mimmi og Erik Olsen, tað sum nú verður kallað Vallaraheimið.
Idolini vóru stjørnurnar á 66 liðnum. Vit hermdu eftir teimum. Vit skutu hørð skot í málið sum Páll Sigmund. Vit skallaðu langt fram á vøllin sum Ólavur Thomsen. Vit gúppaðu bóltin høgt fram á vøllin sum Karl Gudmund. Vit vardu og dekkaðu tætt sum Andrass. Vit krússaðu sum John Sigurd. Vit gjørdu fiks hælaspørk sum Steinbjørn. Vit jongleraðu og tamdu bóltin sum Jóannes. Vit takklaðu reint og trygt sum Eyolv. Vit fintaðu og spældu tekniskt sum Heðin. Vit avleveraðu beint og neyvt sum Magnus. Vit spurtaðu og trektu framvið sum Olvheðin. Vit pressaðu og herjaðu á málið sum Jógvan Jacobsen. Vit loftaðu og boksaðu bóltin sum Janus.
Sjálvur var eg privilegeraður. Eg helt meg eiga part í fýra av leikarunum um tað mundið: Systkinabarn Steinbjørn, trímenningur Páll Sigmund, Olvheðin og mamma mín vóru systkinabørn og málmannin á 68/69 liðnum átti eg fullan og heilan, tí eg eigi bert eina systur og málmaðurin var systurmaður mín. Prikkurin yvir i´num var, tá eg fekk heimabundnar hosur frá Páll Sigmundi, sum Sigga á Fløttinum hevði bundið. Hosurnar vóru tær sermerktu stríputu KÍ hosurnar. Sigga var omma Páll Sigmund og abbasystur mín.

Tá vøllur kom heimi í Biskupsstøðbønum, har Jørundsgøta nú gongur, komu vit til góðar og væl skipaðar umstøður. Børge Mørkøre skipaði fyri kapping á Biskupsstøðplenuni, har spæliplássið nú er. Tað var professionalisma við lít. Har bríkslaði Børge í dómarafloytu og við veipandi hondum peikaði hann og dømdi innkast, málspark, fríspark og hornaspark; tá ivamál var um brotsgerðir á vølli, varð pedagogiska loysnin framd við uppkasti á miðum vølli. Soleiðis varð byrgt fyri møguligum trætum.
Vit í GB, Garða Bóltfelag, taptu avgerandi dystin móti HB, Heyga Bóltfelag; tað neit í fyrstani, men seinni gjørdust flestu okkara liðfelagaðar undir skipaðum viðurskiftum innan KÍ og harvið undir landskappingarskipan ÍSF.

Fyrstu minnini
Mostir mín búði heimi á Heygum. Omma og abbi búðu beint við tennisplenuna. Tí kom eg sum smádrongur at ferðast heim í umhvørvið har vøllir vóru karmar um bóltspøl og kappingar. Meg minnist dreingjaliðið hjá Børga. Teir sum spældu í ljósu troyggjunum við bláa V tekninum og teimum stríputu bláu og hvítu hosunum. Serliga væl minnist eg John Sigurd og Anker, tí teir spældu har frammi og skutu mál. Hetta dreingjaliðið gjørdist føroyameistari í 1962.
Finaludystin, ið var leiktur suðuri í Vági, hevur hin sterki bakverjin á liðnum lýst livandi og væl í hesum bókarverki.
Meg minnist hendingaríkan dyst í miðaldeildini millum KÍ og HB. Tá var ikki óvanligt at áskoðarar stóðu tætt upp at málstongini. HB er í álopi og HB leikari skjýtur flatt skot móti KÍ málinum, málmaðurin Páll Sigmund bjargar, bólturin fer suður um stongina á vestara málinum, og fyri líkasum at hjálpa málmanninum at bólturin ikki fer ov langt, setir ein av áskoðarunum, sum er ein kendur víkadrongur, fótin á, so bólturin um reppið endar í KÍ málinum. Hendingin loypti hvøkk á ein viðhaldsmann hjá KÍ. Hesin maður, sum er fyrrverandi leikari og nevndarlimur, kom stórleypandi av bakkanum, har Bøgøta nú gongur, og spurdi drongin um hann ætlaði at skjóta mál fyri HB? Fyri at byrgja fyri at óhepna hendingin skuldi henda aftur, fór Karl Gudmund eftir kálkpøsini og kálkaði hann eina striku, nakað sum ein fjórðings sirkul, frá 5 metur strikuni og inn ímóti aftara enda á síðunetinum. Og so legði hann smádreingjunum eina við ikki at fara inn á hetta nýggja avmarkaða økið. KÍ vann dystin og leikti seg í finaluna, sum teir vunnu móti VB. Annars sigst tað, at ein kendur oyrarmaður, sum hevði fast tilhaldstað við norðaru stong á eystara málinum, kom á málskjúttaralistan hjá miðaldeildini við at lirka eitt KÍ skot inn um stongina ein seinnapart ein sunnudag í sekstiárunum.
Um tað er satt veit eg ikki. Men søgan er viðkomandi fyri miðaldeildarliðið.

At ferðast við
Eg byrjaði at ferðast við KÍ sum átta ára gamal saman við tilkomnum á sumri í 1965. Fyrsta útferðin var til Gøtu at síggja meistaradeildarliðið leika á tí snotiliga nýgjørda vøllinum móti danska divisjónsliðnum OB úr Odense. Tað sum hugtók meg, vóru tey djúpu málini, netini hingu øðrvísi, jarnstengurnar, sum hildu teimum uppi, gingu ikki í vinkul sum her í Klaksvík, men tær vóru bogaðar og gingu longur aftur um málstengurnar. Harumframt vóru málstengurnar avlangar. Í Klaksvík høvdu stengurnar kantar.
Ólavur Thomsen, sum er av Gøtubygdar rót, skeyt fyrsta KÍ málið á nýggja vøllinum. Danska liðið vann 2 – 1.
Næsta útferðin var við 66 liðnum í 66 til Gøtu at síggja KÍ og HB leika steypafinalu. Tá stóðu vøkru gøtumálini av sonnum sínar royndir. Olvheðin bumbaði bóltin í tað norðara málið til 1 – 0, bólturin rykti og skrykti í netið, sum lyftist upp av hesum dundurskoti, og við bylgjandi rørslum legði tað seg aftur í sína føstu legu at hvíla meðan gleðissrómurin var í hæddini.
KÍ vann 4 – 2 og Ísafjarðarsúluna á fyrsta sinni.
Olvheðin skeyt trý mál og Jóanes skeyt eitt mál henda dagin í september.
Onnur merkisverd útferð var hin tiltikna stormdagin í Gundadali í 67, tá Karl Gudmund skeyt málspark móti ættini og bólturin fór út til hornaspark til B36 í hinum borðinum uttan at hava nortið við vøllin. Úrslitið gjørdist 3 – 2 til KÍ. Fýra av málunum komu undan vindinum, Eyolv skeyt tvey mál í fyrra hálvleiki. Við tógvi stríð megnaði Jógvan Jacobsen at pressa bóltin móti tí nógva vindinum inn um málstrikuna í síðunetið.

Málfepur
Í 68 var eg seingjarliggjandi við fepuri tá fyrsti landskappingardysturin varð leiktur. Henda sunnudagin var ótespiligt veður við vátaslettingi. Fyri meg var hetta ein vánalig byrjan. Eg misti heimadystin móti TB. Mamma var hørm um at eg kundi ikki síggja dystin, og helst hevur hon funnið upp á ráð, tí tá dysturin var liðugur kom hon upp á kamarið at siga at abbi hevði ringt norður at siga at KÍ vann 9 – 3. Eg hevði ikki bert mist heimadystin, eg hevði mist ein málríkan heimadyst, heili tólv mál, men sjúkudagurin var hóast alt reddaður. Úrslitið gjørdi meg frískan í kropp og sál.

At ferðast saman við
Málmaðurin á 68/69 liðnum var búsitandi í Havn har hann gekk á sjómansskúla. Hann ferðaðist norður mikudag at venja um kvøldið og fór so suður aftur í skúla hósmorgun. Tað hendi seg at eg ferðaðist saman við meistaradeildarliðnum til dyst í Havn. Tað syrgdi systurmaðurin fyri. Hann heitti á vinmennirnar Magnus og Eyolv um at hava meg í forsvar. Tann dagin lá leiðin yvir land. Vit fóru við Gardar um Leirvíksfjørð, síðan við bussi til Selatraðar, víðari við Sundaferjuni til Hósvíkar og so var landafast seinasta strekkið eftir Oyggjarvegnum til Havnar. Eg slapp at sita við rútin høgrumegin. Meg minnist hvussu høgt uppi eg sat og hvussu brøtt og og djúp Leirvíkslíð var á at líta. Kanska var hon orsøkin til, at ferðaleiðarar mínir sótu vinstrumegin í bussinum á suðurferðini. KÍ og TB leiktu í Gundadali henda dagin. Hetta var dystur í innleiðandi umfarinum í steypakappingini í 69. Steinbjørn vísti kynstur tá hann snildisliga spældi bandaspæl saman við málrammanum, hann sparkar móti málinum, rakar yvirliggjaran, fær bóltin aftur og setir hann í netið til 1-0, sum var nóg mikið til at vinna henda dystin á uttanveltaðum vølli.

Ein innilig áheitan
Bókin byrjar á permuni við fagnaðarmynd av vinnandi 66 liðnum í 1972. Har fari eg at enda mínar hugleiðingar. Henda dagin í Gundadali skuldu vit leika avgerandi dyst í bólkaspælinum móti HB. Tá vit dreingir koma spákandi fram við B36 húsinum á veg í HB húsið, kemur ritstjórin á ítróttateigi Dimmalættingar ímóti okkum. Við inniligari áheitan sigur hann við okkum:
tit mugu vinna í dag, tað er sera umráðandi at tit vinna í dag, tað eru tíggju ár síðan dreingjaliðið var føroyameistari. Drívið á dreingir!
Hesin sami maður var próvdómari í týskum árið fyri. Tá í tíðini gekk avriksstigin úr DUGIR SERA VÆL niður í DUGIR LÍTIÐ OG EINKI, og hann gav mær skoðsmálið DUGIR HAMPILIGA fyri mítt avrik.

Úr innihaldinum
Bókarverkið byggir á tíðina 1955 til 1974. Eg havi nomið við ein evarska lítlan part av innihaldinum. Vil ikki taka spenningin frá lesaranum.
Í formælinum ger høvundurin eina sálarfrøðiliga lýsing av krokkspælarum, har menn, hugagóðir og í spølni, kappast við køllum og kúlum, bogum og pelum. Lesarin fær varhugan av, at hetta frítíðarítriv er hugurin og spæligleðin hjá monnum, sum bíða spentir eftir næsta stórdysti á fótbóltsvøllinum.
Høvundurin nemur við øll bóltspøl. Vit fáa greiða fatan av, hvussu manshondbólturin og kvinnufótbólturin tóku seg upp her í bygdini. Greitt verður frá um teir fyrstu borðtennisspælararnar í bygdini og um badmintonleik. Vit lesa um unglingalið og piltalið, sum vinna felagnum fyrstu meistaraheitini, um dreingjalið og gentulið, sum vinna felagnum fyrstu meistaraheitini í hondbólti. Vit lesa um fyritøkur, sum við vælvild dugna felagið og um menn, sum sjálvbodnir reisa felagnum felagshús.Vit lesa um kostnaðarmeting og fíggjarstøðu, útgrevstur og stoyping, tekning og bygging av ítróttarhøll. Vit lesa um sjónleik og felagslív. Vit lesa um áhugaverdar fremmandavitjanir, væleydnaðar uttanlandsferðir og um eina dramatiska innanoyggjaferð hjá vinnandi hondbóltskvinnum umborð á motorbáti í mjørkaveðri. Lýstar verða truplar støður av útsettum dystum og um ósemjur við onnur feløg og ÍSF. Vit lesa um nevndarfundir og limafundir, lesa yvirlit yvir nevndarlimir, stuðulsleikarar og landsliðsleikarar. Vit fylgja einum søguligum og spennandi nevndarvali, har kvinna á fyrsta sinni vinnur nevndarsess móti tveimum monnum. Lesarin verður tikin við á sigursferðir umborð á Pride norður fyri Bjørg, har leikarar og leiðari saman við áskoðarafjøld syngja fosturlandssangir.
Lesarin fær somuleiðis hilling á nær John Reid fór at møðast.
Í niðurløguni sigur høvundurin tað stolta 66 liðið vera sett saman av tekniskt góðum leikarum. Samanhaldið var gott og flestu teirra vóru heimamenn, sum høvdu støðugt arbeiði. Men hesir menn spældu ikki til at vinna pening. Teir hugsaðu, sum teir vóru vandir upp til í felagnum, ikki fyrst og fremst um seg sjálvar, men um heildina: um at gera felagnum heiður, ikki minst at gera heimbygdini heiður.

Fólksins ogn
Bókarverkið er sprottið úr søgubók felagsins. Høvundurin hevur við mekt og mæti evnað søgubókina til eitt heiðurligt stórverk. Góðar 400 síður við orðum og myndum. Her er talan um meira enn søguskriving. Hetta er kanningararbeiði. Gransking í einum hendingaríkum 20 ára tíðarskeiði í Føroya ítróttasøgu. Høvundurin hevur savnað saman søgur og samrøður, greinir og myndir, sum lýsa umstøður og viðurskifti frá gerandisdegnum og halgidegnum – á vøllinum og við vøllin, í fundarhølinum og í felagshølinum, á bátadekki millum oyggjar og millum lond.
Hetta til saman er sosiologi og samfelagsfrøði, sum hevur og fær høgt virði.
Dýrmætasti gripurin er tað forvitnisliga og forkunnuga myndatilfarið, sum høvundurin við ágrýtni og sínum góða treysti hevur fingið til vega frá góðum fólki.
Alt hetta til saman er nú vorðið fólksins ogn.

Fyri bókarverkið gevi eg høvundanum skoðsmálið: DUGIR SERA VÆL.