49 ára gamli, Pól Sundskarð frá Treystinum, var sunnudagin við í H. C. Andersen Marathon, sum var í Odense.
Pól Sundskarð kom á mal við tíðini 3.27,45 í H. C. Andersen marathon í Odense.
Hann hevur vant nógv og hevði undan kappingini vónir um at náa á mál innan tríggir tímar vóru gingnir, tí hann hevur áður runnið teinin uppá tríggjar tímar og níggju minuttir í Føroyum.
Tað gekk eisini stak væl hjá honum teir fyrstu 20 kilometrarnar, men so byrjaði tann nógvi hitin, at gera um so, soleiðis at Pól var noyddur at seta ferðina munandi niður. Meðan runnið var fyrrapartin sunnundagin var stilli og 25 hitastig.
Undan kappingini, bar ferðalagið, ið eisini taldi aðrar føroyingar, ótta fyri, at tann nógvi hitin, sum hevur verið í Danmark seinastu tíðina fór at gera um seg.
Hetta vísti seg at halda stikk, við tað at Pól, tá hann hevði runnið fyrsta helmingin hevði tíðina 1.31,24. Sostatt hevði hann eina miðaltíð pr. km. uppá 4,20 min.
Pól kom á mál, sum nr. 206 av 1.207 monnum. Í sínum aldurbólki fyri menn 45-49 ár gjørdist Pól nummar 23 av 153 monnum.
Endaliga tíðin hjá honum, eftir at hann hevði lagt 42,195 kilometrar afturum, var 3.27,45 tímar, sum er ein miðaltíð pr. km. uppá 5,25 min.
Av øðrum føroyingum sum luttóku kann nevnast, at Sigurð B. Justinussen úr Bragdinum úr Havn gjørdist samanlagt nr. 20 í tíðini 2.55,24 tímar, meðan Súni Lamhauge gjørdist nr. 33 í tíðini 3.01,12 tímar.




