Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

H71 og Suðuroyar Sparikassi leingja samstarvið

H71

Fyri tveimum árum síðani avgjørdu H71 og Suðuroyar Sparikassi at byrja eitt lýsingarsamstarv.

Fyri tveimum árum síðani avgjørdu H71 og Suðuroyar Sparikassi at byrja eitt lýsingarsamstarv.

Suðuroyar Sparikassi ynskti at víðka sítt virksemi í miðstaðarøkinum og við tí vaksandi limatalinum hjá H71 og týdninginum H71 hevur fyri Hoyvíkina so var tað natúrligt fyri partarnar at byrja eitt samstarv. Suðuroyar Sparikassi legði dent á tað stóra arbeiðið sum gjørt var fyri børn og ung í Hoyvíkini og H71 ynskti ein aktivan samstarvspart í fíggjarheiminum sum kundi veita munagóðan fíggjarligan stuðul til felagið. Hetta samstarv hevur rigga somikið væl, at avtalan nú er longd í tvey ár afturat og Suðuroyar Sparikassi vil sostatt komandi tvey árini verða ein av høvuðsstuðlunum hjá H71.

Nevndin í H71 takkar fyri stuðulin og loyvir sær at viðmerkja, at uttan góðar stuðlar úr vinnulívinum so var tungt at reka størsta hondbóltsfelag í landinum.