Harley
Klaksvík
13,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

H71 vann stórsigur í Klaksvík

Jákup Ósá

Við unga Óla Mittún á odda vann H71 tryggan sigur í Klaksvík í kvøld.

Tað bleiv eingin spenningur í Klaksvík í kvøld. Munurin á liðunum var stórur og í hálvleikinum førdi H71 17-11. Á H71-liðnum var 16 ára gamli Óli Mittún í serflokki við 9 málum og annars tekniskum spæli á sera høgum stigi. H71 vann 38-25.

Málini hjá Team Klaksvík skoraðu Vuk Stevanovic (7), Jens Pauli Mohr (5), Valentino Valentakovic (4), Tummas Simonsen (3), Jan Eli Ragnarsson (2), Sámal á Tjaldrafløtti (2), Vilhelm Vilhelmsen og Ludvík Súnason.