Seinasti heimadysturin hjá Team Klaksvík verður leiktur í kvøld.
Tað stendur nógv uppá spæl hjáhoyvíkingum í kvøld, tá teir spæla í Klaksvík. Samstundis erhetta seinasti heimadysturin hjá Team Klaksvík hetta kappingarárið.
Fleiri av dystunum millum hesi liðinihava verið spennandi í hesum kappingarárinum. Í bólkaspælinum ísteypakappingini vann Team Klaksvík í Hoyvík. Í fyrra dystinum íKlaksvík var Team Klaksvík á odda ein stóran part av dystinum,men H71 vann at enda 25-21.
H71 liggur á 3. plássi ílandskappingini, men kann avgera alt sjálvt, tí H71 hevur spæltein dyst færri enn Kyndil, sum liggur eitt stig frammanfyri. TeamKlaksvík liggur aftast og hevur ikki nakað at spæla fyri annaðenn æruni.
Dysturin í Klaksvíkar Badmintonhøllmillum Team Klaksvík og H71 byrjar í kvøld kl. 20.00.




