Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

H71 vitjar Stjørnuna og Team Klaksvík sunnudagin

Jákup Ósá

Sunnudagin spæla bæði hondbóltsliðini í Klaksvík móti hoyvíkingum.

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Stjørnuni og Team Klaksvík í vetur. Stjørnan fekk ein góðan sigur móti Kyndil fyrr í kappingini, men annars eru øll stigini hjá báðum feløgunum komin móti StÍF. Stjørnan hevur fimm stig, meðan Team Klaksvík hevur tvey stig.

 

Sunnudagin spæla bæði liðini í Klaksvík. Í KÍ høllini fær Stjørnan kl. 15.00 vitjan av H71. Stjørnan er nummar fimm, meðan H71 er nummar tvey í kappingini. Í Klaksvíkar Badmintonhøll fær Team Klaksvík kl. 17.00 vitjan av H71. Team Klaksvík liggur aftast, meðan H71 er nummar tvey.