Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Haakon: Eg gleði meg til trý ár í Klaksvík

Jógvan Skorheim

Hann hevur verið í venjarahópinum hjá Celtic, har hann millum annað hevur vant Virgil van Dijk (nú Liverpool), Kieran Tierney (nú Arsenal) og Callum McGregor (Celtic). Nú leggur hann leiðina til Klaksvíkar.

– Eg eri ómetaliga spentur at koma í gongd og at heilsa upp á spælararnar og fólkini kring KÍ. 

Tað sigur nýggi høvuðsvenjarin hjá besta mansliðnum hjá KÍ, nú eg fekk fatur á honum umvegis telefon.

Haakon Lunov hevur gjørt ein 3-ára sáttmála við KÍ, sum ikki er so vanligt í føroyskum fótbólti. Hann vísir tó á, at hetta var eitt ynski hjá honum og hjá KÍ.

– Um ein skal náa langt og hækka støðið enn meiri, so er brúk fyri at hugsa langskygt. KÍ hevur verið ígjøgnum eina ótrúliga menning, men mín uppgáva er at koma enn longur við KÍ.
 
– Mín ætlan er heilt greitt at taka KÍ longur saman við leikarum, hjálparfólkum og nevndini hjá KÍ.
 
Spurdur um, hvat hann kennir til KÍ, og hvørjar styrkir hann sær á liðnum, vísir Haakon fyrst og fremst til dystirnar, sum eru spældir í Conference leauge.

– Eg havi fylgt væl við teimum evropeisku dystunum hjá KÍ og tí ævintýri, teir hava verið partur av seinasta árið. Liðið er ómetaliga væl organiserað, hava nógva renniorku og spæla við høgum intensiteti, og tað dámar mær sera væl sum venjari.
 
– Mær dámar væl at spæla álopskent og við høgum intensiteti, og KÍ hevur spælaratilfeingið til at gera júst tað.
 
– Liðið er eisini samansett við sera royndum spælarum, og tað hevur ómetaliga nógv at siga fyri at røkka góðum úrslitum.
 
Haakon Lunov er ikki heilt ókendur við KÍ, tí hann hevur verið og vitjað í Klaksvík einaferð áður. Lunov tók UEFA A Pro Licence útbúgving saman við Mikkjali Thomassen, og í tí sambandi vitjaði hann í Klaksvík og var við til fleiri venjingar hjá KÍ.

– Tá ið eg var í Klaksvík seinast, var Stadion als ikki útbygt, sum tað er í dag. Mikkjal vísti mær tekningar, sum sóu sera spennandi út, men hóast eg havi sæð myndir av verandi umstøðum, so gleði eg meg til at síggja tað við egnum eygum.
 
– Góðu úrslitini á heimavølli vitna eisini um, at KÍ hevur viðhaldsfólkini við sær. Tað hevur eitt lið brúk fyri.

Tá ið spurt verður, um nýggi venjarin kemur við nýggjum leikarum, er hann avgjørdur.

– Eg komi ikki við nýggjum leikarum í fyrstu syftu. Eg vil fyrst og fremst koma at kenna verandi leikarar væl og taka útgangsstøði í teimum førleikum, liðið hevur í dag.

– Sum felag vilja vit sjálvsagt náa hægstu tindum, og tí skulu vit hava best møguligan hóp at gera tað við. Til tað krevst sjálvandi eisini, at vit hava teir bestu leikararnar á øllum plássun á liðum, men fyrst vil eg finna útav hvar setast skal inn.

Haakon Lunov kemur til Føroyar mánadagin, og 30. januar skal KÍ-hópurin á venjingarlegu í Portugal.