Karl Heri Joensen, bóndi úti á Gravarbø, seldi í gjárkvøldið Hagan fyri Heiman til nakrar ágrýtnar harumenn, sum vóru við til at seta harumet í hesum sama haga í fjør.
Karl Heri Joensen, bóndi úti á Gravarbø, seldi í gjárkvøldið Hagan fyri Heiman til nakrar ágrýtnar harumenn, sum vóru við til at seta harumet í hesum sama haga í fjør.
Hagin bleiv seldur fyri 12.000 kr. Seinasta ár fór hagin fyri 11.000 kr.
– Tað eru somu menn, sum hava keypt hagan í fleiri ár, sigur Karl Heri Joensen við Norðlýsið.
– Nógvir av hesu eru fjallmenn Fyri Heiman og kenna tí hagan væl, og kunnu nevnast Óli Jacobsen, Mikkjal Pauli Lamhauge, Jóan Magnus, Markus Tummas Jacobsen, John Erik Frederiksberg, Richard og fleiri.
– Í fjør blivu tað skotnar 103 harur Fyri Heiman og er hetta met. Metið frammanundan var 102 harur, leggur bóndin úti á Gravarbø afturat.
Undirritaði veit, at tað var lagt nógv fyri í fjør til tess at seta met. Nýggjársaftan fóru nakrir frá húsum at fáa ta einu haruna, sum restaði í. – Og leggjast skal afturat, at hetta var ein illveðursdagur.
Spennandi verður at vita, um teir aftur í ár nærkast metinum, ella um teir kanska aftur fara at gera nýtt met.




