Norðfra hevur eftir drúgvt kanningararbeiði í mong ár sett seg á heimamarknaðin við víðfevndum útboði av kvalitets-fiskavørum við ymiskligum uppskriftum á heimasíðuni www.nordfra.fo
Tíðindaskriv frá fiskavirkinum Norðfra. 14.03.08
Læknaliga vísundin hevur serliga seinastu árini lagt dent á, at fiskur er heilsugóður matur. Tá góðskan er á høgum støðið, samstundis sum fiskurin væl og neyvt er viðgjørdur innan heilt avmarkaða tíð, frá tí hann er fiskaður, er einki sunnari og meiri vælsmakkandi enn fiskur, tá hann dyggiliga er tilgjørdur við ymiskum tilhoyri.
Norðfra hevur lagt seg eftir, at fiskurin kemur frískur sum skjótast til høldar, verður blóðgaður beinanvegin, kemur í ísvatn og frystur innan næstu 24 tímarnar. Fiskurin gerst ongantíð betri, enn tá hann er nýfiskaður. Tí er neyðugt við neyvari og skjótari viðgerð. Men ymisk fiskasløg skulu viðgerast ymiskligt.
Umframt tað, hevur Norðfra seinastu árini merkt sær týðiligu økingina av áhuganum fyri fiski hjá føroyinginum, at hann er vælsmakkandi, lættur at tilgera og við víðfevndum sløgum og ingrediensum.
Norðfra hevur nú í mong ár lagt seg eftir at kanna, hvussu føroyskar fiskavørur kunnu seljast og roynast fyrst á heimamarknaðinum, soleiðis at afturmeldingar, kundu leggjast inn í kanningarnar, fyri at fáa betrað um bæði góðsku og tænastu. Hesar liðugtgjørdu vørur til heimamarknaðin eru ídag triðingur av søluni hjá virkinum.
Árlig øking í øllum trimum søluhættum
Seinastu trý árini hevur Norðfra tilvirkað ymisk fiskasløg í detail- og stórsølupakn-ingi og hevur trinnar ymiskar søluhættir, á internetinum, til heilsølur og til handlar. Hetta hava føroyingar tikið til sín soleiðis, at árlig øking er í øllum trimum søluhættum.
Norðfra hevur á føroyska marknaðinum detailpakning og stórsølupakning:
– Fiskasuppuna – Upsaflak
– Toska og hýsuflak (naturel) – Reyðsprøkuflak
– Hýsuflak í raspi – Tunguflak
– Kalvaflak – Ræstan fisk við og uttan skræðu
– Kalvastykkir – Fiskafrikadellur
– Havtaskustykkir – Eisini útvegar vrkið turran fisk




