Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hagtøl: 4 ár við katastrofu byrjan

Jákup Ósá

4 tey seinastu kappingarárini hjá KÍ í bestu deildini hevur byrjanin uppá seinnu hálvu milt sagt verið katastrofal. 

Tað var í 2008, at KÍ byrjaði hetta rákið við út av lagi vánaligum úrslitum fyrstu umførini í seinnu hálvu. Hesi 4 árini í bestu deildini hevur tað ongantíð eydnast at vunnið meir enn ein av teimum fyrstu 5 dystunum eftir summarferiuna. Av teimum 20 dystunum hesi 4 árini hevur KÍ vunnið 3. 

Tí verður ógvuliga spennandi at síggja, um KÍ fer at megna at venda hesi keðuligu hagtøl í 2013, tá dystirnir vera HB(úti), 07Vestur (heima), Víkingur (heima), ÍF (heima) og HB (heima).

Niðanfyri síggjast øll úrslitni fyrstu 5 umførini í seinnu hálvu tey seinastu 4 kappingarárini, har KÍ hevur verið í bestu deildini.

2012
22.juli TB-KÍ 1–6
27.juli KÍ-Víkingur 3–3
3. august KÍ-EB/Streymur 1–3
11. august ÍF-KÍ 5–2
19. august KÍ-HB 1–2
Vunnið: 1
Javnt: 1
Tapt: 3
2011
1.august B68-KÍ 3–0
6.august KÍ-B71 1–2
14.august KÍ-EB/Streymur 1–3
17.august NSÍ-KÍ 3–3
21.august KÍ-HB 2–2
Vunnið: 0
Javnt: 2
Tapt: 3
2009
19.juli KÍ-B68 2–4
26.juli 07Vestur-KÍ 1–3
2.august EB/Streymur-KÍ 7–0
6.august KÍ-HB 0–2
16.august NSÍ-KÍ 3–2
Vunnið: 1
Javnt: 0
Tapt: 4
2008
6.august KÍ-B68 0–1
10. august NSÍ-KÍ 2–4
17.august KÍ-Víkingur 1–2
24.august KÍ-HB 0–0
27.august EB/Streymur-KÍ 4–2
Vunnið: 1
Javnt: 1
Tapt: 3