Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hagtøl: Ein atkvøða var avgerandi í 2012

Jákup Ósá

Tað eru ofta fáar atkvøður, sum avgera, hvør fær 11. býráðslimin í Klaksvíkar kommunu.

Í Klaksvíkar kommunu skulu 11 býráðslimir veljast. Vit hava hugt eftir, hvussu smáir marginalar avgera, hvør fær 11. búyráðslimin. Í 2012 var tað so javnt, at Javnaðarflokkurin manglaði tvær atkvøður fyri at fáa 11. býráðslimin. Ella eina atkvøðu, um tað var veljari, sum hevði atkvøtt fyri Javnaðarflokkinum heldur enn Fólkaflokkinum.

Seinasta val vóru tað 45 atkvøður, sum vóru á muni til 11. býráðslimin. Fólkaflokkurin fekk hendan býráðslimin beint frammanfyri Sjálvstýri. Sí yvirlit niðanfyri fyri valini hesa øldina.

 

2020:

Hetta valið fekk Fólkaflokkurin 11. býráðslimin. 11. býráðslimurin ’’kostaði’’ 255,8 atkvøður. Tann sum var nærmast við at fáa 11. býráðslimin var Sjálvstýri. Sjálvstýri manglaði 45 atkvøður, sum minkar tvífalt so skjótt, um tað høvdu verið atkvøður hjá Fólkaflokkinum. Man kann siga, at høvdu 23 fólk heldur valt Sjálvstýri enn Fólkaflokkin, so hevði Sjálvstýri fingið tríggjar býráðslimir og Fólkaflokkurin fýra býráðslimir.

 

2016

Hetta valið fekk Javnaðarflokkurin 11. býráðslimin. 11. býráðslimnurin ’’kostaði’’ 242,5 atkvøður. Tann sum var nærmast við at fáa 11. býráðslimin var Sjálvstýri. Sjálvstýri manglaði 113 atkvøður, sum minkar tvífalt so skjótt, um tað høvdu verið atkvøður hjá Javnaðaraflokkinum. Man kann siga, at høvdu 57 fólk heldur valt Sjálvstýri enn Javnaðarflokkin, so hevði Sjálvstýri fingið fimm býráðslimir og Javnaðarflokkurin ein býráðslim.

 

2012

Hetta valið vísir, hvussu javnt tað kann verða. Hetta valið fekk Fólkaflokkurin 11. býráðslimin. 11. býráðslimnurin ’’kostaði’’ 220,8 atkvøður. Tann sum var nærmast við at fáa 11. býráðslimin var Javnaðarflokkurin. Javnaðarflokkurin manglaði tvær atkvøður, sum minkar tvífalt so skjótt, um tað høvdu verið atkvøður hjá Fólkaflokkinum. Man kann siga, at hevði eitt fólk heldur valt Javnaðarflokkin enn Fólkaflokkin, so hevði Javnaðarflokkurin fingið tveir býráðslimir og Fólkaflokkurin fýra býráðslimir.

 

2008

Hetta valið fekk Fólkaflokkurin 11. býráðslimin. 11. býráðslimurin ’’kostaði’’ 239,8 atkvøður. Tann sum var nærmast við at fáa 11. býráðslimin var Tjóðveldi. Tjóðveldi manglaði 159 atkvøður, sum minkar tvífalt so skjótt, um tað høvdu verið atkvøður hjá Fólkaflokkinum. Man kann siga, at høvdu 80 fólk heldur valt Tjóðveldi enn Fólkaflokkin, so hevði Tjóðveldi fingið tríggjar býráðslimir og Fólkaflokkurin fýra býráðslimir.

 

2004

Hetta valið fekk Sambandflokkurin 11. býráðslimin. 11. býráðslimurin ’’kostaði’’ 258 atkvøður. Tann sum var nærmast við at fáa 11. býráðslimin var Fólkaflokkurin. Fólkaflokkurin manglaði 174 atkvøður, sum minkar tvífalt so skjótt, um tað høvdu verið atkvøður hjá Sambandsflokkinum. Man kann siga, at høvdu 87 fólk heldur valt Fólkaflokkin enn Sambandsflokkin, so hevði Fólkaflokkurin fingið fimm býráðslimir og Sambandsflokkurin ongan býráðslim.

 

2000

Hetta valið fekk Kristiligi Fólkaflokkurin 11. býráðslimin. 11. býráðslimurin ’’kostaði’’ 238 atkvøður. Tann sum var nærmast við at fáa 11. býráðslimin var Fólkaflokkurin. Fólkaflokkurin manglaði 51 atkvøður, sum minkar tvífalt so skjótt, um tað høvdu verið atkvøður hjá Kristiliga Fólkaflokkinum. Man kann siga, at høvdu 26 fólk heldur valt Fólkaflokkin enn Kristiliga Fólkaflokkin, so hevði Fólkaflokkurin fingið fýra býráðslimir og Kristiligi Fólkaflokkurin ongan býráðslim.