Vit hava hugt eftir hálvfinalum aftur til 1978.
Sambært FaroeSoccer, so hava liðini við heimavølli fyrst tey betru úrslitini. Av tilsamans 82 hálvfinalum, so hevur tað 49 ferðir verið liðið við heimavølli fyrst, sum hevur vunnið seg víðari. Tað svarar til, at tað er 59,76 % møguleiki fyri at koma víðari, tá ein hevur heimavøll fyrst.
Fyri KÍ er at vóna, at uppgerðin hesaferð fer at hoyra til tey 40 %. Dysturin í Klaksvík byrjar mikukvøldið kl. 18.00.



