Hyggja vit eftir hagtølunum móti Aserbadjan, so undirbyggja tey, at Føroyar spældu ein vánaligan dyst, serliga í álopspartinum.
Aserbadjan vann 2-0 og tað var ikki eitt mál ov lítið sambært hagtølunum.
Føroyar høvdu bara tríggjar málroyndir og onga málroynd innanfyri stengurnar sambært almennu hagtølunum frá UEFA. Aserbadjan hevði 13 málroyndir og tríggjar innanfyri stengurnar. Hesi hagtølini benda á, at Føroyar spældu ein vánaligan dyst í álopsspælinum, tí so fáar málroyndir hevur liðið vanliga bara í onkrum dystum, tá motstøðuliðini eru tey heilt sterku sum m.a. Portugal og Sveis. Hesaferð var mótstøðuliðið Aserbadjan, sum er millum 16 tey veikastu í Europa.



